Hans Jacob og Egill vunnu 5. umfar í sjavs

Tórsdagin 4. februar var 5. umfar í sjavskappngini og hetta umfarið vunnu Hans Jacob Bech og Egill Steintórsson. Páll Lervig fekk aftur stig hesuferð og er nú á odda við 14 stigum.

Úrslitið av 5. umfari var hetta:

Nr. 1. Hans Jacob Bech og Egill Steintórsson, 4 stig hvør
Nr. 2. Elna Poulsen og Páll Lervig, 3 stig hvør
Nr. 3. Tórunn Heðinsdóttur Jacobsen og John Jacobsen, 2 stig hvør
Nr. 4. Magni Augustinnuseen og Birgir Skorastein, 1 stig hvør

Næsta sjavskapping verður tórskvøldið 11. februar vesturi í VB-húsinum.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Facebook viðmerkingar