Á jóansøku skipar Lions í Suðuroy fyri listaframsýning í húsinum hjá handverkarafelagnum á Tvøroyri, og við hesum verða øll listafólk í Suðuroy boðin at sýna list tykkara, fram.
Listafólk úr Suðuroy, sum búgva aðrastaðni, eru eisini vælkomin.
Ætlanin er, at hvørt listafólk fær eini trý, fýra listaverk við og talan er um eina listaframsýning í breiðastu merking, bæði málningalist, trælist, og onnur sløg av list.
Talan er um eina søluframsýning, har Lions fær eitt ávíst ómaksgjald fyri at skipa fyri framsýningini, og standa fyri søluni.
Áhugað listafólk skulu boða frá, áðrenn 20. mars. á tlf. 575184, 262323 ella 230810.
Framsýningin er treytað av nóg góðari luttøku.
Lions Suðuroy
Facebook viðmerkingar