Fyri einum góðum ári síðani gjørdi ódnaðarveður og serliga nógva brimið stórar skaðar kring landið, millum annað í Porkeri, har grótkastið fór sera illa. Myndirnar niðanfyri tók Bárður G. Nielsen.
Porkeris kommuna gjørdi í fjør av at gera grótkastið aftur og varð avtala gjørd við J & K Petersen um at gera grótkastið aftur. Hetta arbeiðið var liðugt í farnu viku og varð afturgjørda grótkastið handað Porkeris kommunu í dag.
Ása Olsen, borgarstjóri, upplýsir at tað hevur kostað umleið 1 mió kr. at gera grótkastíð aftur. Porkeris kommuna fekk í 2020 umleið 10,7 kr í inntøku frá persónsskatti.
Facebook viðmerkingar