Spennandi verkætlan byrjað í Porkeri

Í januar lýsti Porkeris kommuna 6 grundstykkir til sølu uppi á Fløttinum í Porkeri. Trý av grundstykkjunum blivu seld beinanvegin.

Og í dag varð so byrjað uppá vegin til nýggju grundstykkini uppi á Fløttinum, og var tað Ása Holm, borgarstjóri, sum setti spakan í. BKE kemur at standa fyri at gera vegin til nýggju grundstykkini – og sum myndirnar vísa, so er gott útsýnið uppi á Fløttinum í Porkeri.

Grundstykkini uppi á Fløttinum verða seld fyri 75 kr. fermeturin og sum nevnt, so eru 3 av teimum 6 grundstykkjunum seld.

Facebook viðmerkingar