Ungdómshús letur upp í Porkeri

Týskvøldið 16/3-2021 letur upp ungdómshús í Porkeri, eitt tilboð sum Porkeris kommuna veitir til ung frá 4. flokki til og við 17 ár.

Í ungdómshúsinum hittast tey ungu, at hugna sær saman. Tey hava møguleika at “hanga út”, spæla spøl og kunnu luttaka í ymiskum virksemi, sum starvsfólkini leggja tilrættis saman við teimum ungu.

Ungdómshúsið heldur til á Skiparavegi 25 í húsinum hjá Bakarinum.

Tað er opið týskvøld og tórskvøld fyri teimum ungu í 4. og 5. flokki frá klokkan 17:00-19:00 og fyri teimum ungu í 6 flokki og upp til og við 17 ár frá klokkan 19:00-21:00.

Nú byrjað verður í kvøld, týskvøldið, eru nýbakaðar vaflur og borðspøl á skránni, vit vóna at tey ungu taka væl ímóti hesum tilboði og gleða okkum at verða saman við teimum, sigur Angelina J. Gudmundsen, leiðari í ungdómshúsinum í Porkeri.

Facebook viðmerkingar