Jarðfrøðilig tíðarlinja sprottin burturúr góðum samstarvi

Leygardagin 24. apríl skipaðu Tvøroyrar kvøldskúli og Visit Suðuroy saman við Barbaru Biskopstø Hansen og Lis Mortensen frá Jarðfeingi fyri einum fyrilestri við útferð í Suðuroy. 12 fólk luttóku.

Dagurin byrjaði við eini framløgu á skúlanum á Tvøroyri, har jarðfrøðiliga søga  Føroya við serligum atliti til Suðuroynna varð lýst. Tiltakið kallaðist Frá eldgosum til ístíðir í Suðuroy og lýsti í stuttum, hvussu Føroyar eru bygdar upp av eldgosum til ein stóran basaltháslætta og niðurbrotnar ígjøgnum tíðina til tær 18 smáu oyggjarnar, vit kenna Føroyar sum í dag.

Eitt sum kom burturúr útferðini hendan dagin var, at avtala varð gjørd um at hava jarðfrøðiframsýning á SALT. Framsýningin hevur heitið Jarðfrøðiliga Tíðarlinjan, og fernisering verður leygardagin 15. mai kl 14 -17. Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið: https://www.salt.fo/event/jardfrodiliga-tidarlinjan-hja-jordini-framsyning/

Lesið meira um útferðina og sí úrvalið av flottum útvaldum myndum frá degnum á heimasíðuni hjá Jarðfeingi. Beinleiðis leinkja við at trýsta her: https://jf.fo/en/fra-eldgosum-til-istidir-i-suduroy/

Myndina hevur Turið V. Í Dali tikið.

Facebook viðmerkingar