Tað sigur Magni Augustinussen úr Vági, sum er annar av tveimum suðuroyingum, sum má til Havnar 3-4 dagar um vikuna fyri at fáa dialysu-viðgerð á Landssjúkrahúsinum.
Fyri umleið tveimum árum síðani broytist heilsan hjá 47 ára gamla Magna Augustinussen. Fylgjurnar av fleiri ára nýtslu av nógvum medisini vóru at nýruni hildu uppat at virka, sum tey skulu. Eftir langt uppihald á Ríkissjúkrahúsinum í 2019 og roynd við dialysu-skipan, sum Magni kundi brúka heima, bleiv niðurstøðan, at Magni fýra ferðir um vikuna noyðist á sjúkrahús í dialysu-viðgerð. -Og av tí, at ongin dialysu-viðgerð er í Suðuroynni, so noyðist Magni at ferðast til Havnar, har hann á Landssjúkrahúsinum fær dialysu-viðgerð 4 dagar um vikuna í 4 tímar hvørja ferð.
Eg ferðist við Smyrli norður til Havnar á Landsjúkrahúsið mánamorgun kl. 11.30 og fái dialysu-viðgerð mánadag seinnapart, týsdag seinnapart og ónsmorgun og farið so suðuraftur kl. 16 ónsdagin, og farið so norðuraftur fríggjamorgun kl. 7 og í dialysuviðgerð um 10-tíðina og so suðuraftur fríggjakvøldið kl. 18.30, greiður Magni frá.
Krevjandi viðgerð
Sjálv dialysu-viðgerðin er kroppsliga krevjandi og eri eg sera móður aftaná viðgerðina. –Og við tað at eg fyrst skal brúka fleiri tímar at ferðast frá húsum til Havnar og síðani í dialysu-viðgerð til út á mánakvøldið, og aftur í viðgerð týsdag og ónsdagin, áðrenn eg farið suður seinnapartin ónsdag og ikki eri heima aftur fyrr enn klokkan hálvgum sjey um kvøldið, so eri eg útlúgvaður allan dagin eftir, og nógvar dagar fái eg av somu orsøk ikki sovið. -Eg haldi ikki, at eg havi sovið náttina til tórsdag í fleiri mánaðir, sigur Magni – og tá gerst túrurin norður fríggjamorgun og suðuraftur fríggjakvøld ikki minni krevjandi, leggur Magni afturat.
So at siga hvør dagur hjá mær ferð við at verða í dialysu-viðgerð ella við at koma fyri meg aftur eftir dialysu-viðgerðina og ferðatíðina til Havnar í viðgerð. Onkuntíð orki eg so dánt at fara til okkurt tiltak, t.d. til sjavskvøldini í VB-húsinum, men sum heild havi eg onki lív, hóast eg havi tað ok heilsumessiga, sigur Magni.
Fleiri suðuroyingar ferðast til dialysu viðgerð
Magni Augustinussen er sjálvur annar av tveimum suðuroyingum, sum hvørja viku fleiri dagar um vikuna ferðast til Havnar í dialysu-viðgerð. Eg havi bara ferðast á hendan hátt í gott og væl 1½ ár, men ein hvalbingur hevur gjørt tað nú í 5 ár og 3 mánaðir. Ein triði suðuroyingur er í somu støðu, men hann er fluttur til Havnar, greiður Magni frá.
Noyddist at leiga kamar í Havn
Fyrstu tíðina ferðaðist eg aftur og fram tríggjar dagar um vikuna, men hetta gjørdist ov strævið og førdi við sær, at varð noyddur at leiga eitt kamar í Havn, sigur Magni, soleiðis at eg nú fái dialysu-viðgerð mánadag, týsdag og ónsdag og so farið suðuraftur eftir viðgerðina ónsdag og síðani norður- og suðuraftur fríggjadag. Lítla kamarið í Havn kostar mær meiri í húsaleigu um mánaðin, enn eg betali í lánsgjaldi fyri húsini í Vági, sigur Magni, so í veruleikanum havi eg dupult húsarhald, og tað setur sjálvandi eisini fíggjarlig krøv, tí heilsustøðan ger, at eg eri ikki førur fyri at arbeiða.
Droymi um dialýsu-viðgerð á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Eg droymi um, at tað verður gjørligt at fáa dialysu-viðgerðina á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sigur Magni. -So hevði eg brúkt 20 minuttir frá húsum og norður á Suðuroyar Sjúkrahús og fingið dialysu-viðgerð har, og síðani farið heimaftur beint eftir døgurða – tvs. brúkt 40 minuttir í ferðatíð og onga bíðitíð havt eftir at sleppa heim. Í dag eri eg heimanífrá í samfullar 4 dagar um vikuna fyri at fáa dialysu-viðgerð í tilsamans 16 tímar, so tað hevði verið heilt annað lív og heilt onnur døgnrytma at kunna fingið dialysu-viðgerð í Suðuroynni, sigur Magni.
Sum er, so havi eg onki annað val enn at ferðast til Havnar, alternativi er nógv verri, tí eg kann ikki liva uttan dialysu-viðgerðina – ikki tað, viðgerðin ger eisini, at eg heilsumessiga havi tað ok, men eg havi annars onki lív, sigur Magni Augustinussen.
Facebook viðmerkingar