Ja, eg eri vitandi um at dialysu-sjúklingar ferða til Havnar at fáa viðgerð, og eri eg harmur um at hetta er neyðugt, sigur Hans Pauli Henryson, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi, eftir at vit hava biðið um viðmerking til søguna um Magna Augustinussen, sum 4 dagar um vikuna má verða í Havn til dialysu-viðgerð.
Les eisini greinina Eg havi tað ok, men eg havi onki lív!
Tað hevði sjálvandi verði nógv lættari í allar mátar um hesir sjúklingar kundu fingið hesa viðgerð á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Sum er eru tað fáir sjúklingar úr Suðuroynni, sum ferðast regluliga til Havnar at fáa hesa viðgerð, men tað er ikki talið av sjúklingum sum er avgerðandi í hesum, sigur Hans Pauli Henryson. Tað sum er avgerðandi er, at tað í heila tikið eru suðuroyingar sum noyðast at ferðast regluliga norður eftir at fáa hesa viðgerð.
Sum er liggur ábyrgdin av hesum øki á landssjúkrahúsinum, men vit í sjúkrahúsverkinum eru í gongd við at finna eina loysn uppá henda trupulleikan, og vóna at hetta verður loyst heilt skjótt, sigur Hans Pauli Henryson, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Fyrr í dag varpaðu vit ljós á støðuna hjá Magna Augustinussen í Vági, sum er annar av tveimum suðuroyingum, sum má til Havnar í dialysu-viðger 3-4 dagar umvikuna.
Lesið tað greinin her niðanfyri.
Facebook viðmerkingar