Betri møguleikar at lata seg kanna í dag

Tað eru nógv fólk, sum vilja at lata seg kanna fyri koronu, nú smittan aftur er farin at gera um seg í Føroyum.

Tí hevur Sjúkrahúsverkið víðkað upplatingartíðirnar fyri koronukanningum á øllum trimum kanningarstøðum í dag.

Kannað verður hesar tíðir í dag, annan hvítusunnudag:

Klaksvík 8.00 – 12.15

Tórshavn 17.00 – 19.30

Trongisvági 8.00 – 10.00 & 13.00 – 14.00

Tíð kann bíleggjast á corona.fo

Facebook viðmerkingar