Nú kjak aftur hevur tikið seg upp um Heilsuskúla Føroya, sum er staðsettur við Skúladepilin í Suðuroy – og uppáhald eru um, at tað bara eru suðuroyingar, sum ganga á Heilsuskúlanum, so vísa hagtølini annan veruleika.
Tey seinastu 10 árini eru 24,8% av teimum, sum hava nomið heilsuhjálpara útbúgvingin suðuroyingar, meðan restin er úr øllum landinum, m.a. 23,8% úr Suðuroystreymoy, eins og talvan niðanfyri vísir.
Tá umræður heilsurøktara-útbúgvingina, so eru 29,6% av teimum, sum hava tikið heilsurøktara útbúgvingina suðuroyingar, meðan restin eru fólk norðanfjørðs, m.a. 24,7% úr Suðurstreymoy.
Leggjast kann afturat, at útbúgvingarnar eru skipaðar soleiðis, at ein partur er teoretisk undirvísing, har lesandi lutvíst møta á Heilsuskúlanum og lutvíst fáa undirvísing umvegis fjarlestur. -Og ein partur av útbúgvingini er starvsvenjing, har lesandi kunnu fara í starvsvenjing í teirra nærumhvørvið, tvs. at tað ber til hjá fólki norðanfjørðs at fara í starvsvenjing á leiðini har tey búgva.
Facebook viðmerkingar