Í drúgva tíð hevur Vágs skúli arbeitt við eini tónleikaverkætlan, sum hevur til endamáls at geva út tónleikaútgávu.
Nú er útgávan á gáttini.
Í næstu viku er útgávan veruleiki, frættist úr Vágs skúla. Tá verða ætlandi útgávukonsertir í Vági og í Havn.
Talan er um tónleik, sum verður útgivin talgilt á Spotify, men eisini sum fløga, og Vágs skúli samstarvar við útgávufelagið Tutl um útgávuna. Fimm nýggj løg eru á útgávuni og eisini er sjónbandalag gjørt til eitt lag. Meira frættist í komandi døgum frá útgávuni, frættist úr Vágs skúla.
Facebook viðmerkingar