Leygardagin: Kvinnurenning og heilsutúrur

Miðlatún er leygardagin kl. 10.00 karmur um heilsutúr og kvinnurenningina 2021. Vit hugna um við fløggum, tónleiki, Kirvi, frukt og kaffi. Síðani fara luttakararnir (tey ið hava melda til Kvinnurenninga) og eisini tey ið møta upp (ja, mannfólk eisini vælkomin) ein túr. Vit hittast við Miðlatún og fara so tað leið, sum hóskar okkum best.

Aftaná hittast vit so aftur og fáa okkum ein kaffimunn, vatn, frukt ella annað og eitt gott prát.

Seinni um dagin eru alskyns møguleikar, til at fara út á matstøð her í oynni, nú fleiri ið høvdu ætla sær til høvðusstaðni eru setst aftur orsakað av Covid-19.

Vælkomin ØLL eisini tey, ið ikki eru limir. (til ber at tekna seg sum lim í Hvistuni á tiltakinum leygardagin ella á leinkjuni niðanfyri, og har er SERLIGT limatilboð eisini, men bert hesa vikuna afturat).

https://hvistan.atgongumerki.fo/webshop/event/1185617/order/main

Facebook viðmerkingar