Brakið í høvdingabygdini er av og vónandi hava øll havt eitt gott vikuskiftið í Hovi, skrivar Víkingafestivalurin.
Okur eru takksom fyri alt sum er gjørt og givið okkum so at tiltakið bar til. Okur fingu ein smekk vegna corona men kampurin var tikin upp og satt at siga følað okur at okur vunnið kampin, siga fyrireikararnir.
Alt sum kann gerast betur, vita okur nú av og hetta verður rættað til Víkingafestivalin 3-4 Juni 2022. Fyrsta stóra navnið er longu bookað, siga fyrireikararnir av Víkingafestivalinum í Hovi.
Stuðlar vóru í ár:
Føroya Bjór
JSS v/ Jens Sigurð Simonsen
Kirvi
Hovs Bygdaráð
Vágs Kommuna
Polar Films
Nevndin vil fegin geva Laura Hovsgarð og Klæmund Ovason Johannesen eitt STÓRT herðaklapp og rós fyri alt arbeiða tit hava lagt í og uttan tykkum var hetta ógjørligt, skriva fyrireikararnir á facebook vanganum hjá Víkingafestivalinum.
Myndina tók Anne Schlösser.
Facebook viðmerkingar