Á býráðsfundinum tórsdagin 3. juni 2021 varð roknskapurin hjá Tvøroyrar kommunu fyri árið 2020 viðgjørdur og samtyktur.
Borgarstjórin, fíggjarleiðarin og kommunustjórin hava gjøgnumgingið roknskapin fyri Tvøroyrar kommunu 2020, sum er grannskoðaður av Løggilda grannskoðaravirkinum Januar, Óðinshædd 13, 110 Tórshavn.
Grannskoðanin av ársfrásøgnini hevur ikki givið orsøk til atfinningarsamar viðmerkingar, og gevur honum eina grannskoðanarátekning uttan tillagingar og áherðslur.
Býráðið hevur eisini samtykt samb. Løgtingslóg um kommunustýri §46, at halda fram við verandi grandskoðara.
Fíggjarliga gongdin 2020
Samlaði raksturin hjá kommununi er í 2020 70.404 tkr., og er nakað hægri enn undanfarna ár, tá hann var 68.892 tkr. Hækkingin er á 2,2%. Inntøkurnar hjá kommununi eru á 89.216 tkr. og eru nakað hægri enn undanfarna ár, tá tær vóru 86.540 tkr. Hækkingin er á 3,1%. Á løgusíðuni hevur kommunan nýtt 14.306 tkr. í 2020 samanborið við 38.323 tkr. í 2019. Størstu løgurnar hava verið gjørdar á hesum økjunum: Barnagarðurin 3.691 tkr., Fólkaskúlin 1.116 tkr., Vatnverkið 1.172 tkr., Vegir 1.747 tkr., Maskinur og bilar 2.090 tkr. og Tvøroyrar havn 2.227 tkr.
Samanbering av roknskapi við fíggjarætlan og fíggjarliga gongdin 2020
Í fíggjarætlanini fyri 2020 varð roknað við einum halli á 21.878 tkr. Ætlanin var at niðurrinda skuld við 3.377 tkr., og at aðrar fíggjarbroytingar vóru á 25.256 tkr. Netto gevur hetta 21.878 tkr. Ársroknskapurin vísir eitt yvirskot á 4.506 tkr. Hetta gevur ein nettomun millum fíggjarætlan og roknskap á 26.384 tkr. Niðanfyri er útgreining av, hvussu hesin munur er nýttur:
Broyting í áogn, peningi og aðrari skuld | 8.884 |
Broyting í lániskuld | 0 |
Broyting í gjaldføri | 17.500 |
RLÚ | 26.384 |
Játtan og nýtsla
Vísandi til høvuðsyvirlitið í ársroknskapinum fyri 2020 hjá Tvøroyrar kommunu og yvirlitið omanfyri, er nettomeirnýtsla staðfest á einari grein. Flestu greinir hava minninýtslu í mun til ætlanina. Meirnýtsla er m.a. staðfest í Almanna- og heilsumálum. Hetta kemst serliga av, at tað í 2019 hevur víst seg, at útreiðslurnar til Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy vóru 899 tkr. hægri enn tað, sum kommunan hevði við í fíggjarætlanini fyri 2020. Í løgunum er meirnýtsla staðfest á einari grein. Talan er um Børn og ung, har meirnýtslan er viðvíkjandi nýggja barnagarðinum. Í inntøkunum er staðfest ein meirinntøka á 8.287 tkr.
Talva sum vísur Samlað skuld í mun til álíkning
Talva sum vísur inntøkurnar v.m. síðstu 5 árini:
Tvøroyrar Kommuna
Kristin Michelsen, borgarstjóri
Fróði Mortensen, kommunustjóri
Facebook viðmerkingar