Vindur og sól í Suðuroy

Grøna elorkuframleiðslan í Suðuroy var 45 prosent í mai

Hóast turt var í veðrinum í mai og vatnorkuframleiðslan tískil var 26 prosent lægri enn somu tíð í fjør, so var framgongd í grønu elorkuframleiðsluni í Suðuroy.

Stóri munurin er sjálvsagt, at eingin vindorkuframleiðsla var í Suðuroynni í mai í fjør. Men harafturat var eisini framgongd í sólorkuframleiðsluni.

Tilsamans vórðu framleiddir 2,4 GWt av elorku í Suðuroy í mai. Av hesum vóru góð 64 prosent framleidd við olju, góð 31 prosent við vindorku, meðan vatnorkuframleiðslan og sólorkuframleiðslan stóðu fyri ávikavist góðum trimum og smáum tveimum prosentum.

Besti dagurin til sólorkuframleiðslu var 22. mai, tá góðir 1500 kWt komu burturúr.

Facebook viðmerkingar