Í døgunum 24. og 25. juli hevur FC Suðuroy fótbóltsskúla í Vági.
Niðanfyri er kunning um fótbóltsskúlan og tilmeldingar.
Dato
Byrjar: Leygardagin 24.07.2021 kl 10:00 – 18.00
Endar: Sunnudag 25.07.2021 kl 10:00 – 17.00
Skúli
Skúlin er fyri børn / ung í árgangunum 2006 – 2015 (U7 til og við U15)
Fótbóltsøki
Vøllurin á Eiðinum & VB húsið
Málmenn & útileikarar
Viðmerkið at luttakarin er málmaður.
Málmenn í allarari vanligari venjing á fótbóltsskúlanum og eru í mál tá spælt verður til mál, men kann tó eisini spæla úti um hann vil tað.
Drekkidunkar o.a.
Luttakarar skulu hava egnan drekkidunk við nú korona tilmælir eru. Luttakarr hava sjálvir ábyrgd at øllum sínum ognum í samband við skúlan.
T-shirt
Hvør luttakari fær 2 t-shirt’s
Eina tá fyrri dagurin endar, og tað seinnu tá seinni dagurin endar.
Tá ið tú meldar til fótbóltsskúlan, verður tú vinarliga biðin um at skriva stødd á t-shirt. Tað er ikki møguligt at broyta stødd, aftaná at bíleggingin er framd av fótbóltsskúlanum. Støddirnar eru: 4-6 8-10 12-14 14-16
Møti úthvíld
Fyri at fáa sum mest burturúr er umráðandi at luttakarar møta úthvíldir til fótbóltsskúlan.
Matur
Matur verður báar dagarnar.
Trivnaður
Vit vænta at øll tosa pent og virðiliga við hvønn annan, fyri at skapa eitt so gott og trygt umhvørvi sum tilber.
Vit góðtaka ikki happing og verður gjørt vart við hetta, verða foreldrini boðsend.
Annað
- Vit mugu fáa at vita um børn verða heinta áðrenn skúlin endar
- Foreldur og avvarandi eru vælkomin at verða til staðar meðan fótbóltsskúlin.
- Fótbóltsskúlin tekur sær rætt til sum vanligt er, at taka myndir og sjónband undir venjingini og leggja hesi út.
- Luttakarin hevur sjálvur ábyrgd av at tekna trygging
- Við sjúku ella skaða, seta vit okkum í samband við foreldur/avvarandi og vænta vit at luttakarin verður heintaður.
- Tað er umráðandi at vit hava telefonnummar til avvarandi hjá øllum luttakarum
Luttøkugjald og tilmelding
Luttøkugjald
400 kr
Vinarliga flyt peningin á konto 98703000029 og viðmerk navn og føðingardato: dd-mm-ár á luttakara.
Send síðani ein mail til fotboltsskulinfcs@gmail.com við fylgjandi upplýsingum:
- Navn
- Føðingardato (dd-mm-ár)
- T-shirt stødd
- Telefonnummar
Tilmeldingarfreist: 15.07.2021 ella tá tað ikki er pláss fyri fleiri
Tað er avmarka atgongd til skúlan, so tað er at melda til so skjótt tilber.
Spurningar kunna setast til
- Jón Pauli Olsen, 277927
- Kári í Lágabø, 223621
- Sámal Midjord, 264854
- Julius Vest Joensen, 787501
Broytingar
Fótbóltsskúlin tekur sær rætt til broytingar, so sum at flyta ein dag um veðurforsøgnin er betur tá.
Facebook viðmerkingar