Fyrireikingarnar til Føroyaleikirnar eru í gongd, og nógv tiltøk vera kring um í Føroyum 8.-11. juli, og her av ein stórur partur í Suðuroynni.
Í Suðuroynni er Hvistan virkin partur av hesum fyrireikingum, og nógvar fyrireikingar hava seinast tíðina verið ígongd. Eitt nú er gongutúrur í haga á skránni, umframt Kirvi Føroya Sunnasta 1/2marathon sum í ár er úr Porkeri til Vágs, síðani til Lopra og Akrar og aftur til Vágs í alt 21,1km fingið uppá pláss.
Nakrar av teimum fyrireikingum, ið eru ígongd í Suðuroynni til hesi tiltøk er, at tjald verður sett upp á havnalagnum, Jóhanna TG326 kemur at liggja beint við tjaldið og selja góðu Jóhannu búffarnar, umframt at hópin av tónleiki er fingin uppá pláss, soleiðis at øll tey luttakandi og vitjandi í Suðuroynni til Føroyaleikirnar og tiltøkini annars, kunnu hittast og hugna sær saman og fáa okkurt gott at eta.
Kirvi Føroya Sunnasta 1/2marathon hevur longu nú væl omanfyri 100 tilmeldingar, har luttakararnir bæði kunnu renna, ganga ella fyri sovítt trilla við barnavogni ella á súkklu. Til ber framvegis at melda til, men evsta mark fyri um ein ynskir eina t-shirt er nú sunnudagin. Meira um hetta tiltakið sæst á facebookvanganum Føroya Sunnasta 1/2marathon.
Hvistan saman við Visit Vágur vónar at í komandi viku kunnu tey kunna um eina rúgvusmikla og áhugaverdaskrá, sum tey saman við øðrum ítróttarfeløgum og áhugafeløgum í Suðuroynni nú leggja seinastu hond á.
Facebook viðmerkingar