Søguligur dagur á Føroya Eftirskúla

Í dag fingu næmingar á Føroya Eftirskúla handað prógv. Føroya fyrsti eftirskúli hevur lagt fyrsta árið afturum bak og Føroya fyrstu eftirskúlanæmingar eru lidnir.

Dagurin varð hildin á Eftirskúlanum á Tvøroyri fyri næmingum og familju, og fyri innbodnum. Ein hugnalig løta við røðum, tónleiki og mati.

Millum annað avdúkaði Pól Arni, skúlastjóri ein lítla varða við bert 18 steinum. Sermerkt við hesum varða er, at ein steinur frá hvørjari oyggj.

Facebook viðmerkingar