Kom við og gakk til tingstaðin Uppi millum Stovur í Øðravík. Tað er ikki neyðugt at melda til, men tað er godt hugskot at geva eitt prei um, at tit eru áhugaði, antin við at boða frá inni á facebook bólkinum “Stevna” ella at við at boða teimum frá, sum ganga sum ferðaleiðara.
Tingstaðurin Uppi millum Stovur liggur miðskeiðis í Suðuroynni. Gøturnar frá bygdunum rundanum møtast allar nær við tingstaðin ella á sjálvum tingstaðnum . Hugskotið við túrinum er at ganga hesar gøturnar og savnast á Tingstaðnum.
Á tingstaðnum kemur Kári Jespersen at greiða frá um tingstaðin og søgur knýttar at hesum.
Tey, sum luttaka, hava matpakka við sær og ganga eftir egnum førleika. Túrarnir eru ymiskir í longd, og góð tíð er sett av til teir ymisku túrarnir.
Av tí at gøturnar eru ójavnt langar at ganga, og ójavnt er við hvussi skjótt fólk ganga, er ikki ætlanin at savna øll á tingstaðnum samstundis. Kári Jespersen kemur at verða á tingstaðnum og greiða frá so hvørt sum fólk koma fram, og savnast har.
Hvussi drúgt er at ganga?
Úr Vági: 3 tímar.
Úr Porkeri: 3 tímar.
Úr Hovi: 2 tímar.
Úr Famjin: 1.5 tími
Úr Øðravík: 1 tími
Nær og hvar byrjar gongan?
Í Vági verður byrjað við plantaguna Kl. 11.
Í Porkeri verður byrjað við rættina á Hálsinum Kl. 11.
Í Hov verður byrjað við Hovs kirkju Kl. 12.
Í Famjin verður byrjað við skúlan Kl. 12.30.
Í Øðravík verður byrjað við Bønarhúsið Kl. 13.
Feraleiðara:
Vági: Signar Strøm – tlf. 288329
Porkeri: Mikkjal Sørensen – tlf. 254430
Hov: Henning Tausen – tlf. 581428
Famjin: Arne Teindal – tlf. 572929
Øðravík: Jóan Petur Mortensen – tlf. 211866
Tað er eisini gjørligt at stytta um túrin við at fara upp í gonguna frá t.d Vatnsnesi við Hov. Tingstaðurin liggur ikki so langt frá Fámjinsvegnum, so nemt er at koma til og frá tingstaðnum.
Facebook viðmerkingar