Orðið á borðið summarafslutning umborð á Johannu

Komandi tórsdag 24/6 skipar ”Orðið á borðið” fyri summarafslutningi umborð á sluppini Johannu.

Í hesum samanhangi kemur ”Orðið á borðið” at hava eina sangløtu umborð á Johannu umleið kl 20, meðan hon siglir framvið landið.

Klokkan 20.45 – 21.00 leggur Johanna at kei og endar løtan við bøn og sangi.

Vónandi er veðrið við okkum og øll ið vilja, fáa vónandi møguleikan at hoyra ”Orðið á borðið” syngja.

Øll eru somuleiðis eisini hjartaliga vælkomin oman á keiina, at verða saman við okkum eina løtu, tá Johanna leggur at.

Heilsan ”Orðið á borðið”   

Facebook viðmerkingar