Fólkatalið í Suðuroynni gongur rætta vegin

Myndina tók Dennis Holm

Eftir nógv ár við afturgongd ella stillstøðu í fólkatalinum í Suðuroynni, so er gongdin nú spakuliga rætta vegin. Frá 1. juni 2020 til 1. juni 2021 vaks fólkatalið í Suðuroynni við 69, úr 4.613 fólkum í juni 2020 upp í 4.682 í juni 2021.

Fólkatalið er vaksið í øllum kommunum í oynni, uttan Sumbiar kommunu, har fólkatalið minkaði. Størsti lutfalsligi vøksturin var í Hovs kommunu, har fólkatalið vaks við 6,2% í tíðarskeiðinum frá 1. juni 2020 til 1. juni 2021. Í Sumbiar kommunu minkaði fólkatalið við 2,2%.

Tølini og prosentvísa broytingin er niðanfyri.

Facebook viðmerkingar