18. juli 1921 var ein stórur dagur í Vági og ein stórur dagur fyri Føroyar. Hendan dagin varð elektrisitetsverkið í Botni tikið í nýtslu – og er tað sostatt í dag 100 ár síðani Botnverkið varð tikið í nýtslu.
Ein av undangongumonnunum til at Botnverkið gjørdist veruleiki var Petur Dahl á Gørðunum, sum varð valdur til sóknarstýrisformann á valinum í 1918. Í Sóknarstýrinum sótu tá Petur Dahl, Magnus Dahl, Johan Nolsøe, Johan Mortensen og Jaspur A. Hjelm. Allir vóru keypmenn og reiðarar og allir uttan Jaspur Hjelm vóru nývaldir.
Petur á Gørðunum telist millum stóru undangongumenninar í Vági. Í 25 ár sat hann í sóknarstýrinum í Vági, frá tí at Vágs kommuna varð stovnað sum sjálvstøðug kommuna í 1907 fram til 1934 (við undantøku av krígsárunum 1914-1918). Í 20 ár var hann sóknarstýrisformaður (borgarstjóri) og stóð á odda fyri einari røð av nýbyggingum og nýhugsanum í Vági. Ein tann størsta var helst elektrisitetsverkið í Botni.
Petur á Gørðunum hevði uttan iva leitað sær íblástur uttan lands til nógvu frambrotini, sum hann stóð á odda fyri í Vági. Petur fór til Havnar saman við systkinabarninum, Jákupi Dahl,(Próvst Dahl) at ganga á læraraskúla og tóku báðir læraraprógv í 1896, og fylgdust báðir til Keypmannahavnar og tóku studentsprógv um somu tíð. Petur tók ár 1900 handilsskúlaprógv í Keypmannahavn og fór síðani heim aftur at starvast á handils- og reiðaravirkinum hjá pápanum, har hann var alla sína tíð.
Elverkið í Botni gerst veruleiki
Nýggja sóknarstýrið, sum varð valt í 1918, viðgjørdi longu í mai 1919 ætlan um elektrisitetsverk í Botni norðanfyri Vág. Málið var fyri aftur á sóknarstýrisfundi í juli 1919 kom ferð á málið. Undir leiðslu av norska verkfrøðingninum Haakon Blaauw verður farið í holt við arbeiðið seint í 1919.
Talan var um stór arbeiðið, sum bæði fevndi um at fáa flutt byggitilfar, rør og turbinurnar norður til Botn og so at byggja bygningin, leggja rørini frá Ryskivatni oman í Botn, gera byrgingar við Ryskivatn og Miðvatn. Umframt bygging í Botni, so skuldi eisini leggjast linjur til Vágs, byggjast transformaturstøðir, og el leiðing leggjast til fyritøkur og húsarhald í Vági.
Í juli mánað í 1921 varð so komið á mál og ljósini vóru fyri fyrstu ferð tendraði í Vági. Talan var um hátíðardag, eina Ljósfest, sum savnaði alt bygdafólki og sjálvsagt eisini landspolitikarar.
Dimmalætting skrivar um stóra dagin í Vági bæði í útgávuni 20. juli 1921 og útgávuni 23. juli 1921.
Dimmalætting 20. juli 1921:
Dimmalætting skrivar 23. juli 1921:
Facebook viðmerkingar