Poul Andreasen skrivar
Søgan um elektrisitet í Suðuroynni í 100 ár, við serligum denti á tey fyrstu árini
18. juli vóru 100 ár síðani vágbingar fingu elektriskt ljós. Hetta var, sum vera man, ein stórur dagur, serliga fyri vágbingar, at teir sum teir fyrstu í Føroyum fingu elektrisitet við vatnmegi. Undirtøkan var frá fyrsta degi góð, nógv tey flestu húsini fingu elektrisitet beinanvegin, hini fylgdu skjótt aftaná.
Bygdin Vágur
Nú var tað soleiðis í Vági, at eingir torvheiðar vóru til bygdina, og vágbingar máttu skera torv í sumbiarhaganum fyri eina lítla samsýning. Hetta var so uttanhanda.
Alt mannfólkið í góðum árum var til skips, so tað var konufólkið, sum mátti arbeiða torvið. Langur vegur var at fara, og alt mátti førast til bygdina við báti. Undir fyrra krígnum var ringt at fáa kol, eitt sindur fekst tó úr Onglandi. Í tíðini undir og serliga beint eftir fyrra heimsbardaga fóru allar vørur nógv upp – harímillum eisini kol og petrolium. So tankin um at fáa eitt elektrisitetsverk kom tá rættuliga fram.
Vágur var um hesa tíðina ein bygd í vøkstri, og klippfiskaturkingin var tá í støðugum vøkstri. Men mangan var veðrið svikaligt til útiturking, regn kundi koma og oyðileggja heilar fiskabreiðingar. Roynt varð onkustaðni at turka inni við kolovnum, men tað kundi ikki vera tann endaliga loysnin.
Verður hugt at fíggjarligu síðuni, sæst, at Vágs kommuna var væl fyri. Við teimum skattainntøkum, sum bygdin hevði tá, var hon væl før fyri at fara undir at byggja eitt elektrisitetverk fyri tann prís, sum norski verkfrøðingurin Håkon Blaauw segði, at elektrisitetverkið kundi byggjast fyri. Tær fíggjarligu treytirnar vóru soleiðis til staðar, og tað sæst á øllum brøgdum, at teir hava tað uppá, at elektrisitetverkið fíggjarliga ikki var nakað vandamál, tvørturímóti vildi tað geva bygdini góða inntøku. Í einum yvirliti hjá kommununi yvir inntøkur hjá skattgjaldarunum í bygdini sæst, at serliga keypmenn og reiðarar tjentu nógvar pengar. Skuldin hjá kommununi var pr 1/10 1920 um 40.000 krónur, sum so gott sum alt var lán til gerð til vegarbeiði í bygdini. Harafturat hevði kommunan so lánt 640 000 krónur til elektrisitetverkið.
Skattaálíkningin fyri 1919 var 27.000 krónur, íroknað útreiðslur í sambandi við dýrtíðarveitingar. Talið av skattgjaldarum í kommununi var 319. Skattaevnini vórðu mett sum heilt góð, og sóknarstýrið metti, at íbúgvararnir í bygdini vóru førir fyri at bera eina størri skattabyrði, enn teir høvdu gjørt higartil .
Yvirlitið yvir skattgjaldarar (319) og inntøku, býtt eftir vinnu var:
12 reiðarar í meðal 12.500 kr. tils. 150.000 kr.
12 handilsmenn í meðal 20.833 kr. tils. 250.000 kr.
45 handverkarar í meðal 3.111 kr. tils. 140.000 kr.
200 fiskimenn í meðal 2.000 kr. tils. 400.000 kr.
50 arbeiðsmenn í meðal 1.200 kr. tils. 60.000 kr.
Út frá hesum tølum var soleiðis eingin ivi um, at serliga tær høgu inntøkurnar – ein handilsmaður í meðal tjenti 10 ferðir so nógv sum ein fískimaður – kundu bera eina væl størri skattabyrði.
Oddamaðurin fyri elektrisitetinum var Petur á Gørðunum
Hann sat sum formaður í kommununi, ella »forstandarskapinum«, sum tað var kallað, hesi árini, og einki er at taka seg aftur í, at hann varð tann ítasti til at fáa hesa stórætlan setta í verk. Og sum fráleið fekk hann stuðul frá allari bygdini. Í kommunustýrinum tá sótu: Magnus Dahl á Gørðunum, Petur Dahl á Gørðunum, Johan Mortensen á Marknoyri, Johan Nolsøe á Marknoyri og Jaspur Hjelm á Løðhamri.
Fleiri fundir vóru í bygdini, í „Valenzia“, pakkhúsinum hjá Magnusi Veyhe, og aðrastaðni, um elektrisitetverkið. Vágs kommuna var sum fyrr nevnt, tá væl fyri fíggjarliga, fiskaprísirnir vóru góðir, nógv arbeiði var í bygdini, bæði høgur og lágur tjenti væl av peningi, og tí hevði kommunan góðar skattainntøkur; og útreiðslurnar vóru ikki serliga nógvar. Sum vera man, vóru tað tó fleiri, sum ivaðust í at binda kommununa fyri fleiri hundrað túsund krónur, sum eitt elektrisitetverk fór at kosta. Men sóknarstýrislimirnir, og serliga Petur á Gørðunum, dugdu væl at tosa fyri hesi stórætlan, sum tað jú var, og fyri tann stóra týdning, sum eitt elektrisitetverk fór at fáa fyri bygdina og menningina í bygdini. Torv var einki í bygdini, olja og kol var dýrt, men vatnið úr vøtnunum norðuri í haga kostaði einki. Og serliga viðvíkjandi tí fíggjarliga, tað órógvaði ikki sørt. Men hetta at sleppa frá torvarbeiðinum, at fáa útróðrarbátarnar hivaðar heim á Eiðið við elektrisitet og onnur góð lyftir, vigaðu so nógv, at sum frá leið, tóku tey flestu undir við ætlanini um at byggja eitt elektrisitetverk.
Sum tað stendur í Elektrisitetstáttinum:
Á kommunukantórinum ein lampa hekk,
roykur og sót av henni gekk.
Brádliga tað úr Johan Nolsøe let:
Gud gávi vit høvdu elektricitet.
Petur stóð upp, sló nevan í borð,
»hetta«, hann segði, »vóru fyndarorð«.
Á fyrstu síðu í Dimmu stóð,
til Føroya var komin ingeniør Blaauw
Men tankin um at fáa elektrisitet í Føroyum er eldri enn so. Føroyingar, sum høvdu verið uttanlands og sæð ta stóru menning, sum har var, hava uttan iva hugsað um teir ónýttu møguleikarnar, sum vóru í vatnmegini í áum og vøtnum. Meira enn 20 ár áðrenn elektrisitetverkið í Botni fór í gongd, sendu tveir havnarmenn, Chr. M. Christiansen, Kristian hjá Ludda vanliga nevndur, og Napoleon Andreasen, Poli í Dali vanliga nevndur, inn umsókn til Tórshavnar kommunu um at kunna nýta Havnará sum vatnmegi til eitt elektrisitetverk í Havn. Teir skriva stutt og greitt: „Hermed tillader vi os at andrage om den ærede Kommunalbestyrelses Tilladelse til at anlægge elektrisk Belysning i Thorshavn samt til at benytte Thorshavn Elv som Drivkraft til samme “ Málið varð sent fútanum til ummælis. Hann sigur í ummælisskrivinum til kommununa, at hann persónliga gekk inn fyri ætlanini, men hann metti umsóknina ov stuttorðaða til at viðgera, og harafturat var tað neyvan kommunan, sum hevði heimild til at loyva at nýta vatnið í Havnará. Men meira hendi ikki í hesum máli.
Tann stóri hugsjónarmaðurin Ólavur á Heygum í Vestmanna søkti longu í 1907 løgtingið um lán til at byggja eitt el-verk í Vestmanna. Ætlanin var at brúka vatn úr Fossá sum drívmegi, men hann fekk ikki tann stuðul, sum neyðugur var. So hetta kom at bíða í nógv ár.
Arbeiðið fer í gongd
Í 1919 ferðaðist tann norski verkfrøðingurin Haakon Blaauw runt um í Føroyum og kannaði áir, fossar og vøtn, og gjørdi frágreiðing um, hvørjir møguleikar vóru at fáa vatn sum drívmegi til framleiðslu av elektriskum streymi. Saman við einum øðrum norskum verkfrøðingi, Sætersmoen, gjørdi hann eina ætlan um vatnorkuútbyggingina í Føroyum. Eftir teirra ætlan kom henda vatnorkuútbygging at kosta einar 10 mill kr. Men nógv ár komu at ganga, áðrenn henda ætlan varð sett í verk.
Petur á Gørðunum var eisini í Noregi og kannaði viðurskiftini har. Tá fólk spurdu eftir Peturi, skuldi Magnus siga: »Petur bróðir var í Norra. Nú skuldi hann læra vágbingar at kóka við vatni, kanska hann eisini fer motorarnar (bátarnar, teir grønu) at ganga við vatni.«
Farið var í holt við fyrireikingarnar beinanvegin, og tað gekk skjótt fyri seg. Tað var »Anlægskompagniet« í Bergen, sum stóð fyri arbeiðinum. Verkfrøðingarnir vóru tríggir: Blaauw, Platov og Dale, og fleiri aðrir norðmenn vóru her eisini, og teir búðu í eini barakk, sum varð sett upp norðuri við Biskupskelduna. Maturin og tað, sum teimum tørvaði til húsarhaldið, varð reitt norður á hestbaki.
Teir norðmenn hildu í fjøllini út,
teir høvdu við sær báði borar og krút.
Kjæsbo so til verkið sprakk,
at leggja skinnarar og byggja barakk.
Tey fyrstu skotini ljóðaðu hvøll,
tey róku burtur risar og trøll
Fyri at fáa mest møguligt av vatni, varð ein tunnil uppá 160 metrar gjørdur úr Mittvatni og út á Ryskihamar. Mittvatnið skuldi vera at taka til, tá ov lítið var av vatni í Ryskivatni. Ein lúka er fyri Mittvatninum, hon verður latin upp, tá vatntrot er í Ryskivatni. Ein stór byrging varð gjørd fyri Ryskivatn fyri at samla sum mest av vatni. Úr Ryskivatni vórðu rør løgd oman í Botn til sjálvt elverkið. Tá tunnilin millum Mittvatn og Ryskivatn varð borðaður, varð sprongt av Ryskihamri inn undir Mittvatn. Tá komið var inn móti botninum á Mittvatni, mátti løðast so mikið, at eingin ivi skuldi vera um, at skotið kom ígjøgnum, tí annars var ringt at koma í tunnilin aftur. Henda seinasta løðingin var so mikið sterk, at hol kom á, og vatnið úr Mittvatninum fossaði gjøgnum tunnilin so skjótt og við so stórari megi, at eftir stuttari løtu var vatnið tømt, og tilsvarandi fyltist Ryskivatn so mikið, at vatnið floymdi yvir byrgingina og oman gjøgnum hagan, móti sjálvum verkinum í Botni, men til alla lukku, rakti hesin vatnstreymur ikki sjálvt verkið.
So gott sum alt tilfarið til verkið fór av Eiðinum. Garðamenn áttu eina lossijakt, nevnd »Stóribátur«. Henda jaktin varð nýtt til at føra tilfarið í Botn. Rørini vórðu sleipað av Eiðinum og norður. Segldúkur varð settur fyri endarnar. Alt hetta tilfar varð so fingið í land norðuri í Botni. Skinnarar vóru lagdir niðan gjøgnum hagan, og eftir hesum skinnarum vórðu rørini hivað, hálað, niðan gjøgnum hagan við einum spæli í erva.
Loyvið til alt hetta arbeiðið fekk Elektrisitetsverkið frá eigarunum í Botn- og Bjarghaga. Hetta loyvi er frá 2. nov. 1919.
Elverksstøðin í Botni
Niðri í Botni varð sjálv støðin bygd, hon varð stoypt upp í tveimum løgum fyri betur at bjálva. Í støðini vórðu settar upp tvær turbinur 400 HK hvør, tær vóru frá A/S Myrens Verksted í Kristiania (Oslo), og pláss var fyri eini triðju eisini.
Turbinurnar koyrdu 1.000 snúningar um minuttin, og tær vóru mettar at geva 400 HK við eini fallhædd uppá 206 metrar, tær høvdu automatiskan oljutryksregulator, sum hevði ein lítlan elektromotor, sum kundi verða fjarstýrdur frá apparat-talvuni í maskinhøllini Veksulstreymsgeneratorarnir, sum vóru uppá 340 kva hvør, vórðu koplaðir beinleiðis til turbinurnar og til magnetiseringsdynamoir, og teir vóru bygdir til 6 600 volt.
Her kann verða nevnt, at upprunaliga var ætlanin umframt støðina í Botni eisini at byggja eina minni støð onkustaðni uppi við Mittvatnið, men helst vegna dýrtíðina varð henda ætlan slept. Hetta var í november 1919. Tá metti Blaauw verkfrøðingur, at bara tann niðara støðin (t v s tann í Botni) – sum var mett at veita eina megi av 730 hestakreftum – fór at kosta 535 000 kr.
Tá ið elverkið stóð liðugt í 1921, var lántøkan henda:
1) Lán frá privatum kr. 170.000
2) Lán frá privatum kr. 86.000
3) Sparikassalán kr. 150.000
4) Statslán kr. 370.000
5) Statslán kr. 90.000
Lán tilsamans kr. 866.000
og ógoldnar rokningar kr. 53.417
Tilsamans kr. 919.417
Sethúsini í Botni
Húsini í Botni vórðu bygd, beinanvegin farið varð undir at byggja elektrisitetverkið í Botni. Áðrenn elektrisitetið kom, var komfýrur og kamina. Har vóru tvær íbúðir, ein í neðra og ein uppi á loftinum.
Tað var trongligt í Botni, har vóru nógv fólk í húsi tey fyrstu árini. Fleiri ferðir skrivaði Johan Djurhuus á Høgugeil til sóknarstýrið um at byggja ein tilbygning, so at hann kundi vera fyri seg sjálvan saman við sínum, men ikki fyrrenn í 1937 varð hesin tilbygningur gjørdur.
Í Botni var gott og hugnaligt at vera um summarið, at vakna upp við fuglasangi. Tað var heitt í Botni, tá sólin sá. Summarkvøldini var botnurin líkasum bláur á liti, og uttanfyri lógu fámjinsbátarnir og fiskaðu
Men um veturin harafturímóti í myrkrinum, og tá ódnarveður var, var ikki so tespiligt at vera í Botni, langt burturi frá øðrum fólki. Tá stórkavi var, var fryktandi fyri omanlopi, og tá brim var, var fryktandi fyri, at tað kundi gera skaða upp á húsini. Tað hendi seg onkuntíð, at brimið breyt niðan til tað gamla elektrisitetverkið.
Tá børn í skúlaaldri vóru í Botni, varð skúli hildin. Johan á Høgugeil hevði til uppgávu at læra børnini, men fyrst í 1930-unum var Hans David Petersen í Garðinum ferðalærari í Botni og á Nesi. Tá gingu Harry, Håkun og Astrid í skúla hjá honum. Broeng, sum tá var fyrstilærari í Vági, yvirhoyrdi børnini eisini onkuntíð.
Spanska sjúkan
Tá ið spanska sjúkan gekk í 1922, varð Botnur sperraður Kom sjúkan í Botn, kundi tað henda, at øll Vágs bygd lá uttan elektrisitet. Eingin slapp úr Botni ella í Botn. Við varuni í Botn var tað soleiðis, at teir á Gørðunum bóru varuna niðan um garðarnar, løgdu hana har, meðan fólk úr Botni gingu oman fyri varuna, og tá ið menninir vóru farnir omanaftur til Vágs, fóru menn úr Botni eftir varuni og bóru hana oman í Botn
Kommunubygningur í Lágabø
Stutt eftir at elektrisitetið var komið, bygdi kommunan stór hús í Lágabø. Á loftinum var stór íbúð til el-verkstjóran, í stovuhæddini vóru í uttara enda skrivstovur hjá elektrisitetsverkinum, í miðjuni telefonstøð (centralurin), og í vestara enda vóru skrivstovur hjá kommununi. Í kjallaranum var goymsla. Seinni helt Suðuroyar Sparikassi til í einum rúmi í kjallaranum, tey fyrstu árini.
Nógv av teimum eldru høvdu ilt við at fata, at tað skuldi bera til at fáa elektrisitet úr Ryskivatni, og at tað kundi bera til at fáa eina grýtu at kóka á eini plátu, tað kundu tey ikki forstanda. Men til bar, og vágbingar vóru glaðir fyri elektrisitetið.
Ljósfestin
Sjálv veitslan, ljósfestin, var í skúlanum tann 18. juli 1921. Alt byrjaði við, at »Smiril« flaggskrýddur kom siglandi inn eftir fjørðinum í fínasta summarveðri. 21 skot vórðu loyst av, so hart, at tað dundi í fjøllunum. Einir 100 vágbingar, umframt ríkisdagsmenninar Oliver Effersøe og Andrass Samuelsen og løgtingsmannin Jóannes Patursson, settust til borðs í teirri uppskrýddu skúlastovuni. Formaðurin í »Forstandaraskapinum« beyð øllum at vera vælkomnum, og tá tað var vorðið somikið myrkt, at ljós kundi tendrast, lýsti hann elektrisitetsverkið tikið í nýtslu. Hetta var ein stór løta, tá tey fyrstu elektrisku ljósini vórðu tendrað. Nógvar talur vórðu hildnar, og aftaná borðhaldið, varð dansað alla náttina.
Hamnes og Lystbæk
Tey árini Hamnes var verkstjóri, var tað soleiðis, at eingir málarar vóru. Fólk teknaðu seg fyri so og so nógvar hestar, t.d. 1 ella 2 hestar, kanska onkur 1/2 hest. Eitt tól varð sett upp við einum avbrótara. Tað galt um hjá fólki ikki at seta ov nógv til ísenn. Ein hestur er mettur til uml. 740 watt. Hendi tað, at ov nógv varð sett til samstundis, fór at hurra í hesum tólinum. So var at skunda sær at sløkkja fyri einum ovni t.d., inntil komið var niður á ta mark, sum ein hevði teknað seg fyri. So var alt í lagi aftur. Tey kókiamboð, sum fólk høvdu, kundu ikki brúkast, tá elektricitetið kom; neyðugt var at fáa sær nýggjar ketlar og nýggjar grýtur o.t.l. So hetta var nokk so kostnaðarmikið at fáa sær beinanvegin.
Tá Lystbæk kom, vóru málarar settir upp. Í tí privata húsarhaldinum vóru tvey sløg: ein málari var til ljós, og ein var til tað tekniska, ovnar, kókiplátur o.t.l.
1930-árini
Tað vísti seg at vera trupult at fáa verkið at ganga fíggjarliga. Tann framleidda elmegin um árið lá um 1 millión kwt. Ta fyrstu tíðina var nógv brúkt, men tá tær ringu tíðirnar komu í 30-unum, mátti sparast mest møguligt. El-nýtslan minkaði tá rættuliga nógv, og verkið fekk minni í inntøku. Fyri at bøta um hetta og fáa meira í inntøku setti »elektrisitetsnevndin eitt uppskot fram um at hækka prísirnar. Tá hetta frættist millum fólk í bygdini, gjørdist rættulig øsing um hesar ætlaðu príshækkingar – fólk hevði ikki ráð at gjalda, sum tíðirnar vóru – og serliga ill vóru tey um tað fasta gjaldið, sum eftir ætlanini skuldi setast til 48 krónur um árið. Væl yvir 100 undirskriftir vórðu savnaðar saman og sendar »forstandarskapinum« sum mótmæli. Hetta førdi við sær, at »elektricitetsnevndin« aftur mátti koma við nýggjum uppskoti við broyting av prísunum. Eftir hesum nýggja uppskotinum var tað fasta gjaldið sett til 36 krónur um árið, prísirnir fyri elnýtslu vóru settir til 40 oyru fyri kwt, fyri húsarhaldsnýtslu (kóki-plátur o.t.l.) varð prísurin settur til 3 ½ oyra fyri kwt.
Krígsárini
Undir krígnum vaks el- nýtslan munandi aftur í tí privata húsarhaldinum. Ofta var belastningurin á verkinum so nógvur, at neyðugt var at støðga verkinum eitt ávíst tímatal av døgninum. Eiðisbanin kravdi nógv, og tað hendi seg, at tað mátti sløkkjast fyri elektricitetinum í bygdini, meðan bátarnir vórðu drignir heim.
Tá lítið vatn var, tá tað ikki hevði regnað í longri tíð, máttu teir minka um nýtsluna. Tá varð ofta verkið støðgað um náttina.
Tvøroyri fær el í 1928
Í november 1922 hevði sóknarstýrið í Vági fund um møguliga sølu av elektrisiteti til Froðbiar sókn. Avgjørt var at skriva til Froðbiar sóknar kommunu og spyrja, um teir høvdu áhuga í at fáa elektrisitet úr Vági, og um so var, so fáa samráðingar í lag. Um Froðbiar kommuna hevur svarað aftur, sæst ikki, men eingin fundur hevur verið í sóknarstýrinum urn málið aftur tá.
Tvøroyri umhugsar sítt egna elektrisitetverk
Froðbiar sóknar kommuna hevði miðskeiðis í 1920-unum sett seg í samband við eitt danskt verkfrøðingafelag í Odense, A/S V. Rasmussen, og spurt seg fyri um møguleikan fyri einum sjálvstøðugum kommunalum elektrisitetverki. Eftir ætlan skuldi hetta elektrisitetverkið geva elektrisitetveiting til allan Trongisvágsfjørð, t.v.s til umleið 350 húsarhald. Kostnaðurin var einar 2-300.000 kr., og elektrisitetverkið kundi standa liðugt við ársenda 1927. Talan var um eitt lágspenningsverk.
Málið um elektrisitetverkið var fyri í tinginum. Men har fall málið um lántøku til eitt sjálvstøðugt elektrisitetverk. Suðuroyarblaðið Føroyatíðindi, sum kom út á Tvøroyri, skrivaði fleiri greinir um elektrisitetmálið (blaðstjóri: Herluf B. Thomsen). Blaðið skrivaði m.a., … Tá ið løgtingið nú yvir fyri kommununi ger galdandi, at tað mátti borið til at funnið útvegir fyri at fáa nýtt ta ikki-nýttu elmegina í Vági flutta til Trongisvágs, so má hetta verða at fata soleiðis, at vit um stutta tíð kunna vænta at fáa elektrisitet úr Vági uppá eins góðar treytir, sum vit kunna fáa við at byggja okkara egna elverk. Í so fall er tað ein sjálvfylgja, at vit heldur vilja samarbeiða við Vág enn at binda kapital í eitt nýtt elektrisitetverk.
Í 1928 varð háspenningslinjan løgd úr Botni og norður á Tvøroyri, og í desember sama ár varð elektrisitetið sett til á Tvøroyri. Sama ár varð ein nýggj 400 HK turbina sett upp í Botni.
Sum nevnt aðrastaðni var elektrisitetnýtslan í 1930-unum ikki so stór, at elektrisitetverkið í Botni ikki kláraði at framleiða tað neyðuga elektrisitetið. Men undir krígnum vaks elektrisitetnýtslan heilt nógv, og tað var greitt, at elektrisitetverkið í Botni framyvir ikki fór at klára elek- trisitettørvin.
Í 1950 varð tí ein 500 HK dieselmotorur settur upp í Trongisvági, hann varð settur til í februar 1951, og hann varð nýttur, tá ið ov lítið vatn var til verkið í Botni. Í 1951 framleiddi hann 477.630 kwt.
Í 1972 varð elverkið í Trongisvági útbygt, eitt nýtt maskinfundament varð gjørt, eitt kølivatnsanlegg varð gjørt við vatni úr Stórá, og ein 2 800 HK NOHAB dieselmotorur við einum Strømberg generatori og hjálpimaskinum varð settur upp. Tað 600 HK mobilaggregatið, ið stóð í Trongisvági, varð flutt til Sands, har trupulleikar vóru við el-framleiðsluni.
Fyrst í 1980-unum øktist elframleiðslan, serliga eftir útbygging av flakavirkjunum og at eitt nýtt flakavirki varð komið í Hvalba.
Eftir at Vágsverkið var komið, varð ikki so nógv press á motorunum í Trongisvági, teir vóru mest fyri at taka til, um ástóð.
Vágsverkið framleiddi 13,5 GWh og bar sostatt meginpartin av framleiðsluni í Suðuroy, meðan árini frammanundan vóru tað motorarnir á Tvøroyri, ið máttu bera byrðuna. Í november 2009 varð nýggj koplingsstøð tikin í brúk á elverkinum í Trongisvági.
Elektrisitetútbyggingin í Suðuroynni
Undir krígnum gjørdist tað púra greitt, at elektrisitetframleiðslan til tær bygdirnar í Suðuroy, sum fingu elektrisitet, var alt ov lítil. So skjótt sum kríggið var liðugt, varð farið undir at kanna møguleikarnar fyri størri elektrisitetframleiðslu, soleiðis at eisini hinar bygdirnar í Suðuroynni, sum enn ikki høvdu fingið elektrisitet, kundu koma við Sum støðan var, var elektrisitetverkið í Botni sløkt ikki bara um náttina, men í fleiri tíðarskeiðum, eisini fleiri tímar um dagin. Sjálvur elverksstjórin Lystbæk heitti á sóknarstýrið um at gera skorstein í kommunubygningin í Lágabø (har hann búði), og fáa uppsettan brenniovn til telefonstøðina, komfýr og brenniovn til sína íbúð og brenniovn til kommunuskrivstovuna, sum alt var í sama bygningi.
Í hesum árunum varð nógv tosað um elveitingina í Suðuroynni Tað var greitt, at elveitingin í Suðuroy mátti útbyggjast soleiðis, at allar bygdir fingu elektrisitet.
Í apríl 1948 legði Diemar verkfrøðingur, sum Vágs kommuna hevði biðið gera eina útbyggingarætlan fyri Suðuroynna, sínar útbyggingarætlanir fram fyri sóknarstýrið í Vági. Hann hevði gjørt verkætlan fyri útbygging í Hovi, við Stórafoss og við Ryskivatn eins og útskifting av rørunum oman í Botn. Sóknarstýrið viðtók á fundinum, har verkætlanin hjá Diemar var fyri, at biðja øll sóknarstýrini í oynni til fundar um elektrisitetveiting til alla oynna.
Í mai 1949 legði Fonsdal verkfrøðingur fram sína verkætlan um útbygging av elektrisitetframleiðsluni í Suðuroy: 1 Áin Mikla í Fámjin gevur 1 600 000 kwt, 2 Kirkjuvatn gevur 1 000 000 kwt, 3 Hovsvatn gevur 6 000 000 kwt. At leggja linju til hvørt húsið í oynni varð mett til at kosta 1 150 000 kr , at útbyggja Kirkjuvatn mett at kosta 800 000 kr , og at útbyggja Hovsvøtnini mett at kosta 2 300 000 kr. Eingin útrokning var gjørd viðvíkjandi útbygging av Ánnu Miklu.
Allir partar vóru samdir um, at tann fyrsta útbyggingin í Suðuroy skuldi fara fram við Hovsá, og at øll elveitingin í Suðuroy átti at verið umsitin av einum felagskommunalum felagi. Partarnir, t. v. s. føroysku og donsku myndugleikarnir ynsktu, at báðir verkfrøðingarnir arbeiddu saman fyri at fáa besta úrslitið Harafturat skuldi Lystbæk, sum hevði stóra vitan um alt elmálið, vera við.
Rørini oman í Botn
Men neyðugt var at fara undir at leggja nýggj rør oman í Botn beinanvegin, líkað mikið hvussu úrslitið varð av elveiting í oynni. Lán varð tikið uppá 700 000 kr. Rørini lógu í Vági Gomlu rørini vóru illa farin, so fryktandi var fyri, at óhapp kundi henda hvønn dag, tað skuldi vera.
Vegur varð lagdur niðan gjøgnum Dalin, og elfelagið Suðuroy, sum tað æt frá 1955, gjørdi veg frá Hálsum og norður til rørini, sum vóru úr Ryskivatni. Í 1956-57 vórðu nýggj rør løgd.
Í 1999/2000 vórðu rørini skift út aftur, úr Ryskivatni og oman í Botn. Hetta arbeiðið vardi út á heystið 2000. Tað var fyritøkan Byggitek, Jógvan Waagstein var stjóri, sum gjørdi arbeiðið. Ein nýggjur ventilur varð gjørdur við Ryskivatn, og stálrør vórðu løgd oman í Botn.
Elfelagið Suðuroy
Kommunurnar í Suðuroy høvdu leingi hugsað um at gjørt eitt interkommunalt elektrisitetfelag í Suðuroy. Á fundi í arbeiðsmannafelagsins húsi í Vági tann 22. februar 1954 vóru umboð fyri allar kommunur í Suðuroy uttan Hvalbiar kommunu komin saman fyri at fyrireika stovnanina av einum interkommunalum elektrisitetfelagi. í Hvalba var tað soleiðis, at kommunan 1951 bygdi eitt motorverk við tveimum motorum. Hvalbiar kommuna gjørdist tó limur í Elfelagnum Suðuroy stutt eftir stovnanina.
Elfelagið Suðuroy, sum kom at virka frá 1. januar 1955, yvirtók ognirnar hjá elektrisitetverkinum í Botni við 6,6 kv háspenningslinjuni, transformaratornunum og lágspenningslinjunum fyri restskuldina tann 11. desember 1954, uppgjørt til um 525.000 kr., dieselstøðina í Trongisvági, við 6,6 kv háspenningslinjuni, transformaratomunum og lágspenningslinjunum fyri restskuldina tann 11. desember 1954, uppgjørt til um 413.000 kr., lágspenningslinjurnar og transformaratorn í Porkeri fyri restskuldina 42.500 kr. og lágspenn-ingslinjumar í Hvalba. Kommunurnar skulu framvegis eiga gøtuljósini. Rørini, sum vórðu keypt eftir kríggið at leggja oman í Botn, og sum Vágs kommuna hevði goldið, vórðu seld til Elfelagið Suðuroy fyri 240.000 kr.
Tað var meðan elfelagið Suðuroy virkaði, at hinar bygdirnar í Suðuroy, sum ikki høvdu havt elektrisitet, nú fingu tað. Hesar bygdir vóru: Bygdirnar í Sumbiar sókn, Hov, Fámjin og Sandvík. Tað var eisini, meðan Elfelagið Suðuroy virkaði, at ætlanir vóru um at útbyggja elektrisitetframleiðsluna í Suðuroy, við tað at tað var greitt, at tann elektrisitetmongd, sum kundi fáast úr Botni og frá diesel-verkinum á Tvøroyi ikki framyvir fór at nøkta elektrisitettørvin í Suðuroy. í 1958 varð málið viðgjørt á tingi um útbygging av elektrisitet-veitingini i Suðuroy. Talan var um tríggjar ætlanir afturat verkinum í Botni. Tær vóru 1) dieselverk, 2) dampverk og 3) vatnverk við útbygging av Hovsvatni. Elfelagið samtykti á fundi, at besta loysnin var at gera útbyggingina av Hovsvatni. Henda útbyggingin varð mett at kosta um 9,8 mill. kr. Aðrar útbyggingarætlanir vóru eisini umrøddar. Men hesar ætlanir, sum Diemar og Fonsdal høvdu lagt fram, gjørdust ikki veruleiki, tí í mars 1962 góðtók elfelagið Suðuroy tað uppskotið, sum verfrøðingafeløgini A/S Højgaard & Schultz og P.A. Pedersen høvdu gjørt um útbyggingina. Hetta var um ta tíðina, samráðingar vóru um upptøku í SEV.
Elfelagið Suðuroy fer upp í SEV í 1963
Á nevndarfundi 16 oktober 1961 í Elfelagnum Suðuroy varð samtykt, at „Nevndin ásannar, at í okkara lítla samfelag verða líkindini at fáa neyðuga elektrisitetmegi til vegar fyri rímuligan kostnað betri, um flest møguligar kommunur eru í felagsskapi ….” Limakommunurnar vóru: Froðbiar kommuna við 2.042 fólkum, Vágs kommuna við 1.747 fólkum, Hvalbiar kommuna við 829 fólkum, Sumbiar kommuna við 651 fólkum, Porkeris kommuna við 408 fólkum, Fámjins kommuna við 185 fólkum og Hovs kommuna við 183 fólkum, í Suðuroy tilsamans 6.045 fólk.
Nýtt el-verk í Botni í 1966
Elfelagið Suðuroy góðtók í mars 1962 tað uppskotið, sum verkfrøðingafeløgini A/S Højgaard & Schultz og P.A. Pedersen høvdu gjørt um útbyggingina í Suðuroy. Í uppskotinum vóru teir ymisku møguleikarnir nevndir og umrøddir, men í niðurstøðuni mæltu verkfrøðingafeløgini til at gera ein 2 800 m langan tunnil úr Vatnsnesvatni vesturum, og haðani tunnilin kemur út í Botni eina 600 metra langa rørlegging oman til tað nýggja verkið, sum ætlanin var at byggja niðan fyri tað gamla elverkið í Botni. Tær gomlu turbinumar, tær báðar frá 1921 og tann eina frá 1928, skuldu skiftast út við eina 2.700 hk turbinu.
Háspenningslinjurnar skuldu skiftast frá 6,6 kV til 10 kV. Verkið í Botni og dieselverkið í Trongisvági skuldu sostatt arbeiða saman soleiðis, at tá ov lítið vatn var til verkið í Botni, so skuldi verkið í Trongisvági setast í gongd. Nýggjur dieselmotorur varð settur upp í 1962 í Trongisvági Áðrenn farið varð í gongd uppá arbeiðið í Botni, varð vegur lagdur oman, knappar 3 km til longdar.
Útbyggingin í Botni varð liðug í 1966.
Í 1967 gjørdi Højgaard & Schultz uppgerð yvir kostnaðin av útbyggingini í Botni Pr. 30.9.1966 vísti yvirlitið, at samlaði kostnaður var 6.664.000 krónur, nakað væl dýrari enn upprunaliga mett.
Vegurin oman í Botn varð gjørdur í 1963 og hann var 2.650 metrar langur.
Verkið á Oyrunum – Vágsverkið
Í september 1982 varð farið undir at byggja eitt nýtt elektrisitetverk á Oyrunum í Vági Hesin bygningur stóð liðugur gott og væl eitt ár seinni. Tveir dieselmotorar uppá 2,7 megawatt hvør av slagnum MAN vóru settir upp í tí nýggja bygninginum, og motorarnir á Oyrunum skuldu vera at taka til, tá ið elektrisitetverkið í Botni ikki kundi nøkta tørvin á elektrisiteti í Suðuroy. Teir vórðu settir í gongd í desember 1983. Við hesum verkinum varð eisini ein automatisering gjørd, soleiðis at báði dieselverkið í Trongisvági og elektrisitetverkið í Botni eru nú fjarstýrd frá verkinum á Oyrunum.
Ein nýggjur motorur kom í 2003 og var liðugt uppsettur í 2004, og 1 mai koyrdi hann. Nýggi motorurin var ein Caterpillar/MaK 4-takt av slagnum 9CM32 Støddin er 4,32 MW svarandi til 5 873 HK. Í sambandi við nýggja motorin varð verkið víðkað eystureftir við uml 12 metrum.
Í 2005 varð eitt neyðstreymsverk sett upp á Vágsverkinum, og tað ber við sær, at Suðuroyggin fær streymin skjótari aftur, tá brek eru. Frammanundan var verkið í Botni at meta sum neyðstreymsverk. Vágsverkið er nútímansgjørt, og gamli parturin av verkinum er í dag á sama tøkniliga stigi sum nýggi parturin.
Útbygging og modernisering fer fram alla tíðina, og við seinastu útbyggingina í 2016 varð ein koplingsstøð bygd á økinum á Oyrunum, og ein umfatandi broyting varð gjørd inni á verkinum.
SUÐURUROYGGIN GRØNARI
Suðuroyggin á odda við grønari orku
Eina øld eftir, at Suðuroyggin við vatnorkuverkinum í Botni gekk á odda við grønu elorkuni í Føroyum, er Suðuroyggin aftur karmur um slóðbrótandi grønar orkuverkætlanir. – Sólorka, vindorka, battarískipan og nýggj tøkni eru nú snúningsdepilin.
Sólorka í Sumba
Í Sumba hevur SEV sett eina 262 kW sólorkuskipan upp á gamla fótbóltsvøllinum á Krossinum í góðum samstarvi við Sumbiar kommunu. Sólorkuskipanir eru skjótar at seta upp, og viðlíkahaldið er avmarkað. Skipanin varð knýtt í elnetið í november 2019.
Besta úrtøkan fekst í mai, juni og juli. Tilsamans framleiddi sólorkulundin í Sumba 169.000 kWt í 2020, sum svarar til árligu miðalnýtsluna hjá á leið 35 húsarhaldum. Sum partur av orkusamansetingini í Suðuroy kann hon spara Vágsverkinum umleið 35 tons av olju um árið.
Endamálið við sólorkulundini í Sumba var veruliga at royna sólorkutøkni í Føroyum. At sólorka kann gerast eitt sera gott ískoyti á grønu kósini, og at 5-7 prosent av samlaðu orkuframleiðsluni, sum er mett til 600 GWt í 2030, kunnu koma frá sólorku.
Vindmyllulundin í Porkerishaganum
Slóðbrótandi og avbjóðandi verkætlan
Tað var ein stór avbjóðing, tá SEV í 2016 fór í holt við at kanna møguleikan fyri vindmyllum í Porkerishaga.
Í november 2019 vóru øll loyvi fingin til vega, og fyrstu vikuna í 2020 varð farið undir at grava út fyri vindmyllulundini í Porkeri.
Sjálv vindmyllulundin, t.e. tær 7 Enercon E44 vindmyllurnar á tilsamans 6,3 MW eru tó bert ein partur av samlaðu verkætlanini, sum eisini fevnir um battarískipan á 6 MW og ein synkronkompensator. Í mun til vatnorkuna, sum hevur 100 ár á baki í Suðuroy, ber ikki líka væl til at stýra vindorkuni, sum er óstøðug. Tí er ikki ráðiligt at hava ov nógv av óstøðugari vindorku á netinum í senn. Um vindurin minkar ella veksur, so mikið, at myllurnar steðga, gongur tað útyvir streymveitingina. Tí fevnir verkætlanin eisini um stóra battarískipan og synkronkompensator fyri at fáa sum mest burtur úr óstøðugu vindorkuni.
Líknandi verkætlan við so stórum battarímátti og synkronkompensatori er ikki roynd áður, og talan er tískil um slóðbrótandi verkætlan, sum hevur vakt áhuga uttanlands. Fleiristaðni er sama avbjóðing at fáa sum mest burturúr óstøðugu vindorkuni og samstundis varðveita trygga og støðuga elveiting.
Við vindmyllulundini í Porkerishaga gongur Suðuroyggin á odda við grønari orku í Føroyum. Her er talan um enn eitt frambrot.
Vindmyllulundin í Porkeri økir burðardyggu elframleiðsluna í Suðuroynni munandi. Nýggju vindmyllurnar eru mettar at framleiða 21 GWt um árið, um øll orkan verður fingin inn á elnetið. Tað svarar til miðalnýtsluna hjá 4.000 húsarhaldum, og oljunýtslan á Vágsverkinum kann minka umleið 4.400 tons um árið. Seinastu árini hevur Vágsverkið brúkt umleið 5.000 – 6.000 tons av olju.
Í sambandi við vindmyllulundina í Suðuroy verður eisini nýggj koblingarstøð bygd í Heiðunum í Porkerishaganum. Henda støðin skal eisini rúma battarístøð og synkronkompensatori, og verður væntast liðug í ár.
Vindmyllurnar í Porkerishaga hava síðani fyrstu royndarkoyringarnar í november 2020 í ávís tíðarskeið framleitt meira enn 60 prosent av eltørvinum í oynni.
Nýggja tøknin fer væntandi at gera tað møguligt at koyra nærum við 100 prosentum av óstøðugari orku. – Tað er ikki roynt nakrastaðni áður.
Vindmyllulundin var formliga yvirtikin av Vágsverkinum 11. februar 2021.
Elorkan, sum suðringar brúka, verður nú framleidd úr ávikavist vatni, vindi, sól og olju.
Poul Andreasen
Facebook viðmerkingar