SUÐUROY 2036: Okur eru í 2036 og tað er hálvt ár síðani at Suðuroyartunnilin lat upp fyri ferðslu. Suðuroyarportalurin fer komandi vikurnar at varpa ljós á hvørja ávirkan tað hevur havt á fólk, fyritøkur, stovnar, ítróttarlívið, os.fr., at tað nú er koyrandi til og úr Suðuroynni.
Nú síggja okur ommu- og abbabørnini ofta
SUÐUROY 2036: Í eini 5 ár hava okur sæð ommu- og abbabørnini eini 8-10 ferðir um árið, men nú tað er koyrandi er alt broytt. Seinasta mánaðin hava okur vitjað tey í Argjum 6 ferðir og tey hava eisini vitjað okkum tvey vikuskifti her á Tvøroyri, og tað er heilt vælsignað at tað ber til, siga Anna og Ingi av Tvøroyri.
Fyri 8 árum síðani búsetti dóttur okkara og sjeikur hennara seg á Argjum og síðani eru tey bæði gift og eiga nú tvey deilig børn. Fyrstu árini, tá ommu- og abbabørnini vóru komin, vitjaðu okur so ofta sum okur kundu, men tað var eisini eitt sindur strævið at fara heilt tíðliga á morgni og so suðuraftur um kvøldið. Sjálvandi lógu okur onkuntíð nátt, men í íbúðini hjá teimum er ikki so gott pláss til tað.
Um summarið hevur tað deiligt at sigla aftur og fram við, men um veturin hevur verið longri ímillum túrarnar, ikki minst tá man er komin út í tíðina, har veðrið verður ivasamt, og tað hevur verið nokk so keðiligt. Tað ársins tíð hava tey heldur ikki verið so ofta á Tvøroyri, tí tað er eitt sindur umstendiligt at fara við tveimum smábørnum um Suðuroyarfjørð á vetrartíð.
Men hetta er nú alt broytt og kunnu okur rena okkum norður, tá okur hava hug – og tey kunnu koyra børnini suður, um tey hava tørv á barnagentu okkurt kvøldið. Tað er eisini komið fyri, at okur hava bestemma okkum við døgurðaborðið og hava koyrt norður tíðliga seinnapartin. Og so hava okur drukkið ein kaffimunn og etið nátturða saman, áðrenn okur hava koyrt suðuraftur og verið heima her á Tvøroyri tíðliga á kvøldið. Tann fríheitin er heilt fantastisk, siga Anna og Ingi.
Mánadagin frætta okur um Páll, sum brúkti 31 dagar umborð á Smyrli í fjør.


Facebook viðmerkingar