Hvat kann fast samband ikki gera

BySuðuroyarportalurin

12. juni 2026

Eftir kreppuna í Føroyum fyrst í 1990árunum vóru tað serliga tvey økið, sum “ongantíð” rættiliga komu fyri seg aftur eftir kreppuna, hvat gongdini í fólkatalinum viðvíkur.

Talan er um Suðuroynna og Sandoynna og í nógv ár var gongdin sambærilig.

Eftir stóra fólkaminking fyrstu árini í 1990unum fór fólkatalið í Føroyum at vaksa aftur í 1995. Flestu økini í landinum sóu eisini ein líðandi fólkavøkstur árini frá 1995, meðan undirsjóvartunlarnir vestur í Vágar og til Klaksvíkar veruliga settu gongd á fólkavøksturin í teimum báðum økjunum.

Í Suðuroynni og Sandoynni sást tó lítið til vøkstur og fólkatalið minkaði ella stóð í stað øll árini frá kreppuna fyrst í 1990árunum (í Suðuroynni var tó ein lítil vøkstur 1-2 ár beint eftir aldamótið 2000) og heilt fram til 2022, tá ein vend kom í í Sandoynni. Fólkatalið í Suðuroynni minkar framvegis.

Í november í 1985 búðu tað í Suðuroynni 5.855 fólk og í Sandoynni 1.744 fólk. Í 2007 varð fólkatalið í oyggunum báðum komið niður á 4.989 í Suðuroynni og 1.389 í Sandoynni. 10 ár seinni, í 2017, búðu 4.579 fólk í Suðuroynni og 1.229 fólk í Sandoynni.

Við Sandoyartunlinum vendi gongdin í Sandoynni. Seinastu árini er fólkatalið støðugt vaksið og í mai í ár búðu tað aftur fleiri enn 1.300 fólk í Sandoynni, tá fólkatalið var 1.308.

Í Suðuroynni er gongdin óbroytt. Í mai í ár búðu tað 4.489 fólk í Suðuroynni, 459 færri enn tað búðu fyri 20 árum síðani. Og pílarnir hava tíverri peikað skeiva vegin ár um ár tey seinastu 5 árini – samstundi hava pílarnir í Sandoynni peikað rætta vegin. Høvuðsmunurin er, at Sandoyggin hevur fingið fast samband við meginøkið, tað hevur Suðuroyggin ikki.

Facebook viðmerkingar