Nýtt gólv í Vágs Høll

BySuðuroyarportalurin

12. juni 2026

Arbeiðið at leggja nýtt gólv í Vágs Høll er nú byrjað.

Fyri umleið 2 árum síðani var ein vatnskaði í Vágs Høll, sum hevur ført við sær, at gólvið í høllini mátti skiftast. Hetta arbeiðið er nú farið í gongd og verður gólvið í høllini nú tikið av og nýtt gólv verður lagt á í juli.

Gólvið í høllini varð annars gjørt av nýggjum á sumri í 2020. Nýggja gólvið verður tó eitt annað slag av gólvi og harumframt verður liturin bláur og ikki grønur, sum gólvið annars hevur verið øll árini síðani 1980, tá Vágs Høll varð tikin í nýtslu.

Facebook viðmerkingar