Verður hugt eftir gongdini í fólkatalinum í Suðuroynni seinastu mánaðirnar, so eru nakrir avbjóðingar, men eisini nakrir glottar og nakrir møguleikar.
Í tíðarskeiðinum frá 1. mai 2025 til 30. apríl 2026 minkaði fólkatalið í Suðuroynni úr 4.535 niður í 4.489. Ein minking á 46 fólk, sum svarar til eina minking á 1%. Í sama tíðarskeiði vaks fólkatalið í Føroyum við 1,1%.
Skeiva gongdin í fólkatalinum í Suðuroynni seinastu 12 mánaðirnar stavar serliga frá, at tað doyggja fleiri enn tað verða fødd. Tað vil siga, at tað í Suðuroynni er eitt negativt burðaravlop (og tað hevur tað verið í nógv ár) – fleiri doyggja enn tað verða fødd.
Í tíðarskeiðinum frá 1. mai 2025 til 30. apríl 2026 vórðu tað fødd 35 børn í Suðuroynni, men í sama tíðarskeiðið doyði 64 fólk í oynni, og var burðaravlopið tí negativt við 29.
Ein onnur høvuðsorsøk til skeivu gongdina er, at tað eru flutt fleiri fólk úr oynni til aðrar partar av landinum, enn talið av fólki, sum eru flutt til Suðuroynna úr øðrum pørtum av landinum. 171 fólk fluttu til Suðuroynna í 12 mánaðar tíðarskeiðinum frá mai 2025 til mai 2026, meðan tað fluttu 196 fólk úr oynni.
Jaligi parturin er, at tað í tíðarskeiðinum frá 1. mai 2025 til 30. apríl 2026 fluttu fleiri til Suðuroynna uttan úr heimi, enn tað fluttu úr Suðuroynni og út í heim. 83 fólk fluttu uttan úr heimi til Suðuroynna, meðan 75 flutt úr Suðuroynni og út í heim.
Samanumtikið so er lága burðartalið og negativa burðaravlopið í Suðuroynni ein stór avbjóðing. Men jaligi parturin er tó, at tað eru rættiliga nógv fólk, sum flyta til Suðuroynna, bæði úr øðrum pørtum av Føroyum og uttan úr heimi (tilsamans 171 + 83 = 254 fólk).
Fyri Suðuroynna hevur tað týdning, at tað verður gjørt enn meiri við at vísa á hvussu fantastisk Suðuroyggin er at búgva, virka og liva í – við einastandandi náttúru, vinarligum fólki og øllum tilboðum, sum tú kann hugsa tær sum einstaklingur, pør ella familja.
Ikki minst, so eru húsaprísirnar í Suðuroynni nakrir heilt aðrir enn í og kring miðstaðarøkið, soleiðis at tað ber til at búgva gott og samstundis hava fíggjarligt rásarúm til at liva lívið.


Facebook viðmerkingar