Seinastu árini hevur gongdin í húsaprísunum í og kring miðstaðarøkið gjørt tað alsamt truplari hjá einstaklingum, pørum og familjum at seta búgva. Og tey, sum onkursvegna megna at fáa til vega fígging, kanska við hjálp frá foreldrum, sita so stramt í tí fíggjarliga, at tey hava illa ráð at liva.
Men har eru aðrir valmøguleikar, har tú kann búgva gott og eisini hava fíggjarligt rásarúm at liva eitt gott lív.
Tað alternativið er í Suðuroynni.
Suðuroyggin er eitt gott stað at búgva, virka og liva í – við einastandandi náttúru, vinarligum fólki og øllum tilboðum, sum tú kann hugsa tær sum einstaklingur, pør ella familja.
Eitt bonus er so eisini, at húsaprísirnar í Suðuroynni kunnu ikki rættiliga samanberast við húsaprísir í og kring miðstaðarøkið.
Í Suðuroynni ber til dømis væl til at fáa eini góð sethús frá t.d. 1980unum í tveimum hæddum, har hvør hæddin er 120 fermetrar, fyri umleið 2,5 mió. kr. Sethús av somu stødd og sama árgangi kosta í dag í miðstaðarøkinum sjáldan undir 4,5 mió. kr.
Seta vit upp eitt roknistykkið fyri bæði sethúsini, so er tað sjón fyri søgn, at tað fíggjarliga loysir seg væl at flyta til Suðuroynna.
Fortreytirnar fyri útrokningina eru tær somu fyri bæði húsini: Eginfígging á 10%, lánið er eitt 25 ára lán við 4,15% í rentu og í báðum førum er rentustuðulin við.
Fyri eini sethús í Suðuroynni, sum kosta 2,5 mió. kr., merkir hetta, at mánaðarliga lánsgjaldið verður góðar 9.500 kr.
Fyri eini sethús í Havn, sum kosta 4,5 mió. kr., verður mánaðarliga lánsgjaldið góðar 19.000 kr. – ella tvífalt so høgt sum fyri sethúsini í Suðuroynni.
Tilsamans er talan um eina sparing á umleið 115.000 kr. um árið.
Yvirskriftin á hesari greinini kundi tað sama verið: Flyt til Suðuroynna og ferðast tríggjar ferðir um árið til Mallorca við familjuni, tí sparingin ger, at familjan fær størri rásarúm at liva og eisini at ferðast. Ein sparing á 115.000 kr. um árið er nokk til at fíggja tríggjar ferðir um árið til Mallorca við allari familjuni.


Facebook viðmerkingar