Suðuroyartunnilin ein neyðugur liður í at venda gongdini í fólkatalinum í Suðuroynni

BySuðuroyarportalurin

13. juli 2026

Seinastu árini hevur Hagstova Føroya mánað fyri mánað greitt okkum frá hvussu fólkatalið í Føroyum er vaksið. Ljós hevur m.a. verið varpað á hvussu fólkatalið í økjum, sum nú eru knýtt saman við meginøkið við undirsjóvartunlum, skilja seg burturúr rúgvuni og seta met fyri fólkavøkstri.

Hagstovan hevur hinvegin eisini víst á, at einasta økið sum hevur fólkaminking, og har tað framvegis búgva rættiliga nógv fólk í føroyskum høpi, er í Suðuroynni, har fólkatalið nú er farið niður um 4.500.

Fyri 20 árum síðani búðu tað fleiri enn 5.000 fólk í Suðuroynni. Seinastu fimm árini er fólkatalið í Suðuroynni minkað við útvið 4%.

Ein “game changer” skal til

Verður gjørd ein framrokning av fólkatalinum í Suðuroynni grundað á gongdina seinastu 20 árini, so eru útlitini ikki serliga hugalig. Ein framskriving av fólkatalinum í Sandoynni hevði heldur ikki verið hugalig, um hon varð gjørd áðrenn Sandoyartunnilin – og uttan at taka inn í myndina at tað í desember í 2023 bleiv koyrandi undir Skopunarfjørð.

Og júst fasta sambandið undir Skopunarfjørð var ein “game changer”, ein broyting, sum kollvelti gongdina í Sandoynni og hevur ført við sær, at Sandoyggin nú er vorðið eitt vakstrarøkið eftir áratíggju við fólkaminking.

Tað skal eisini ein “game changer” til at broyta gongdini í fólkatalinum í Suðuroynni.

Døpur framskriving av fólkatalinum í Suðuroynni

Tá ein framskriving verður gjørd av fólkatalinum, so verður hetta m.a. grundað á søguligu gongdina í fólkatalinum, á broytingar í aldursbýtinum, á til- og fráflyting og á talinum á føddum og deyðum.

Framskrivingin í hesari greinini er gjørd út frá gongdina seinastu 20 árini – sum so er framskrivað komandi 10 árini, fram til 2036 – og er gjørd út frá Cohort-Component leistinum og roknað í vitlíki.

Verður gongdin, sum hon hevur verið seinastu árini, so er sannlíkt, at fólkatalið í Suðuroynni heldur áfram at minka næstu 10 árini og helst fer at nærkast 4.100 fólkum.

Millum høvuðsorsøkirnar til hesa gongdina er, at nógv ung í Suðuroynni flyta til Havnar ella av landinum eftir loknan miðnámsskúla fyri at nema sær førleikagevandi útbúgving. Bara ein partur av teimum flytur aftur til Suðuroynna og hetta hevur eina beinleiðis ávirkan á talið av kvinnum í burðarførum aldri, og av somu orsøk á talið av børnum, sum verða fødd í Suðuroynni.

Hetta er eisini ein av kjarnunum í demografisku gongdini, sum hevur neiliga ávirkan á fólkatalið í Suðuroynni.

Færri skúlabørn

Modellin ger eisini metingar av ymiskum bólkum av árgangum.

Ein sjónlig avleiðing av gongdini við at tað verða alsamt færri børn fødd í Suðuroynni er, at talið av næmingum í fólkaskúlanum í 2036 verður munandi lægri enn tað er í dag. Í dag eru tað umleið 600 børn í aldrinum 7 til 16 ár í Suðuroynni. Sambært framskrivingini verða tað umleið 475 børn í fólkaskúlaaldri um 10 ár.

Lítið er at ivast í, at hetta fer at fáa ávirkan á fólkaskúlarnar í Suðuroynni, soleiðis sum vit kenna teir í dag.

Arbeiðsstyrkin minkar nógv

Talið av fólki í arbeiðsførum aldri, sum vanliga verður roknað at verða 16 til 66 ár, minkar rættiliga nógv í Suðuroynni komandi 10 árini. Framrokningin vísir, at tað verða umleið 280 fólk færri í arbeiðsførum aldri í Suðuroynni í 2036, enn tað eru í dag.

Millum orsøkirnar eru, at teir stóru árgangirnar flyta upp í pensjónsaldur, samstundis sum tilgongdin av ungum er avmarkað orsaka av fráflyting.

Spurningurin er so hvørja ávirkan hetta fer at fáa á tørvin á arbeiðsfólki til bæði privat og almenn arbeiðspláss í Suðuroynni komandi 10 árini?

Væl fleiri, sum eru 80 ár og eldri

Hóast samlaða talið av pensjónistum í framrokningini ikki veksur nógv komandi 10 árini, so eru stórar broytingar í aldursbólkunum. Bólkurin av teimum, sum eru 80 ár og eldri veksur við útvið 30%. Úr umleið 300 upp í umleið 385 fólk, sum eru 80 ár og eldri. Hetta fer sannlíkt at seta størri krøv til skipan av eldratænastum og helst eisini fleiri røktarheimspláss í Suðuroynni.

Lítið hugalig tøl, men vit kenna loysnina

Tølini í framskrivingini av fólkatalinum í Suðuroynni eru lítið hugalig. Jaligi parturin er, at vit kenna loysnina, sum skal til fyri at broyta gongdini, so vit eru ikki í einari støðu við avmakt og hjálparloysi.

Inntil fyri stuttum var gongdin í Suðuroynni og í Sandoynni sambærilig hvat viðvíkur fólkatalinum. Bæði økini við minkandi fólkatali og avbjóðandi gongd í aldurs- og kynsbýtinum.

Við Sandoyartunlinum er hetta tó broytt í Sandoynni.

Framrokningin av fólkatalinum í Suðuroynni bendir á, at uttan stórar broytingar verður avbjóðandi at venda gongdini – og lítið er at ivast í, at Suðuroyartunnilin er ein neyðugur liður í at venda gongdini í fólkatalinum í Suðuroynni.

Dennis Holm

Facebook viðmerkingar