Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá okkara kæri maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi

Páll Poulsen, skipari
Hvalba

føddur 5. juli 1939 andaðistí heiminum 12. apríl 2026.

Takk til talarar í Vitninum fyri troystarrík orð.

Takk til Svein í Prestgarði fyri vakran sang.

Takk fyri kransar og peningagávur til Vitnið.

Takk til tykkum, sum stóðu fyri ervinum og til tykkum sum bakaðu.

Ein stór og hjartalig tøkk til heimarøktarar og heimasjúkrasystrar.

Takk til tykkum, sum so trúføst vitjaðu Páll tað tíð hann lá sjúkur, tað fløvaði.

Takk til tykkum mongu, sum fylgdu Páll til hansara seinasta hvíldarstað.

Heilsan
Marianna
Mikkjal, Bodil og Sylvan við familju.

Facebook viðmerkingar