Suðuroyartunnilin kann bjóðast út innan tvey ár

BySuðuroyarportalurin

14. juli 2026

Tað gongur framá við fyrireikingum til Suðuroyartunnilin, sigur Teitur Samuelsen í viðtalu við Suðuroyarportalin.

Síðani Løgtingið samtykti verklagslógina um Suðuroyartunnilin við tilhoyrandi vegaføring, hevur verið arbeitt víðari í tráð við samtyktu lógina. Sjálvt forprosjektið er dagført og varð sent Landsverki til góðkenningar 21. Mai 2026, og bíðað verður nú eftir myndugleikaviðgerðini, greiður stjórin í PF Suðuroyartunlinum frá.

Jalig úrslit frá boringunum í smb. við Sandvíkartunnilin

Í samband við Suðuroyartunnilin skal eisini gerast ein nýggjur Sandvíkartunnil. Sum liður í forkanningunum til nýggja Sandvíkartunnilin eru gjørdar kjarnuboringar á Skálafjalli, sum er millum Hvalba og Sandvík, fyri at staðfesta nærri hvar gosmyrjan liggur í mun til linjuføringina á tunlinum.

Teitur Samuelsen greiður frá, at tvær boringar vórðu gjørdar, sum vístu, at mest sannlíkt liggur gosmyrjan lægri enn sjálvur tunnilin. Hetta er gott, tí gosmyrjan er vánaligt tilfar at gera tunnil ígjøgnum.

Vegaføringin í Sandvík og í Hvalba

Arbeitt hevur eisini verið víðari við vegaføringini í Sandvík og Hvalba, har roynt hevur verið at tikið hædd fyri fólki, fæ og umhvørvi. Tað arbeiðið er komið val áleiðis, sigur Teitur Samuelsen.

Vegaføringin í Djúpadali og Skálavíkartunnilin

Í Djúpadali verður eisini arbeitt við vegaføringini frá Suðuroyartunlinum. Harumframt verður eisini arbeitt við Skálavíkartunlinum, sum gongur úr Traðardali niðan á hamarin omanfyri Traðir, og við vegum við tilknýti til tunnilin. Seinni í summar skal ein boring gerast niður í Traðarhamar, fyri at staðfesta jarðfrøðina har, greiður Teitur Sameulsen frá.

Fleiri mátingar gerast

Boringarnar á Sandafløttinum blivu gjørdar í vár og eru nakrar mátingar eftir at gera har. Tær verða væntandi gjørdar í summar. Eisini skal Vikmar gera nakrar máting í Suðuroyarfirði í summar í samband við Suðuroyartunnilin.

Kanningar, sum skulu gerast í samband við umhvørvisárinsmetingarnar, ganga sum ætlað og verða væntandi lidnar seinni í ár. Kanningar eru gjørdar í samband við fugl, kykn, vøkstur, fornminni, óljóð o.l. Hesar kanningar verða gjørdar har verkætlanin kann ávirka umhvørvið á Sandoynni, í Skúvoy og í Suðuroynni, sigur tunnilsstjórin.

Kann bjóðast út innan tvey ár

Sæð við Suðuroyarbrillum, so er tíðarætlanin og spurningurin um nær bjóðast kann út og nær tað kann verða koyrandi serliga áhugaverdur.

Teitur Samuelsen, stóri í PF Suðuroyartunlinum, greiður frá, at um alt gongur sum ætlað, kann Suðuroyartunnilin bjóðast út innan tvey ár – og frá tí at arbeiði byrjar tekur tað umleið 8 ár at gera Suðuroyartunnilin lidnan.

Áðrenn farast kann undir Suðuroyartunnilin, so skal málið fyri løgtingið aftur eftir at Suðuroyartunnilin er bjóðaður út og tilboðini komin inn. Tá skal Løgtingið endaliga taka støðu til Suðuroyartunnilin.

Facebook viðmerkingar