Leygardagin var landsbankastjórin í Kringvarpinum og greiddi frá, at “vit hava ikki ráð til Suðuroyartunnilin”. Í samrøðuni sigur stjórin eisini: “Fara vit undir Suðuroyartunnilin, so fer tað at ganga út yvir vælferðina í Føroyum.”
Í samrøðuni varð landsbankastjórin ikki spurd um, hvørt Føroyar hava ráð til siglandi Suðuroyarleiðina ella ráð til ein nýggjan Smyril – ein spurningur, sum sjálvandi hevði verið relevantur at sett landsbankastjóranum.
Suðuroyarleiðin krevur milliarda-upphædd líkamikið hvat !
Tí tá tað kemur til Suðuroyarleiðina, so er veruleikin nokk so einfaldur.
a) Vit kunnu velja at brúka pengar uppá ein Suðuroyartunnil, har ætlanin er at brúka 100 mió. kr. um árið í 10 ár av íløgunum á Fíggjarlógini – tvs. 1 milliard kr. yvir 10 ár. -Og síðani flyta rakstrarjáttanina hjá Smyrli (Suðuroyarleiðina) og Sildberanum (Skúvoyarleiðina) til Suðuroyartunnilin.
b) Ella vit kunnu velja at brúka pengar uppá ein nýggjan Smyril, sum sannlíkt fer at kosta útvið 1,5 mia. kr. – ein íløga, sum er neyðug at fremja komandi 5 árini – tvs. 1,5 milliard kr. yvir 5 ár. Og brúka pengar uppá nýggjan Sildbera innan 10 ár – umleið 80 mió. kr. -Og síðani halda áfram at brúka pengar uppá rakstur av Smyrli og Sildberanum “í alla framtíð”.
Er valið einfalt?
Loysn a), við koyrandi farleið gevur fullan flexibilitet og krevur (um metingarnar halda) minni pengar enn loysn b), sum er ein framhaldandi siglandi farleið við avmarkaðum túratali til Suðuroynna og Skúvoynna.
Fyri tey flestu, er valið rættiliga einfalt: Tað gevur meining at brúka minni pengar uppá eina betri loysn enn í dag – enn at brúka meiri pengar uppá eina loysn, sum ikki er betri enn í dag.
Landsbankastjórin vil hvørgan av loysnunum
Fylgja vit argumentatiónin hjá landsbankastjóranum, sum sigur, at “vit ikki hava ráð til Suðuroyartunnilin” – so sigur stjórin onkursvegna eisini, at vit hava ikki ráð til ein nýggjan Smyril.
Hava vit ikki ráð til ein nýggjan Smyril, so hava vit ikki ráð til Suðuroynna. Spurningurin er so, um tað verður ráð til ein nýggjan Sildbera, sum er mettur at kosta umleið 80 mió. kr., og ráð til Skúvoynna?
Hava staðið saman um at menna Føroyar
Tá tað er sagt, so hevur tað hinvegin landspolitiskt í meiri enn 25 ár verið ein greið politisk ætlan um (í tann mun tað er gjørligt) at binda Føroyar saman, fyri at skapa javnbjóðis møguleikar fyri menning kring alt landið.
Hetta er gjørt við Vágatunlinum, Norðoyatunlinum, Eysturoyartunlinum og Sandoyartunlinum – og nú er Suðuroyartunnilin á skrá. Eins og hinir undirsjóvartunlarnir fer Suðuroyartunnilin eisini at skapa framburð, bæði í Suðuroynni og øllum Føroyum.
Suðuroyartunnilin aftur í Løgtingið
Um nakrar vikur verður 1. viðgerð av lógaruppskotinum um Suðuroyartunnilin, sum fór til hoyringar fríggjadagin.
Hetta uppskotið snýr seg um:
– Projektering av Suðuroyartunlinum, soleiðis at klárt er at bjóða Suðuroyartunnilin út.
– Útboð av Suðuroyartunlinum, soleiðis at tað verður greitt hvør kostnaðurin verður.
Uppskotið snýr seg ikki um at byrja at bora Suðuroyartunnilin ella um at taka upp milliarda-lán. Men ein partur av politiska kjakinum fer sjálvandi at nema við fíggjarliga partin.
Fyri meg er tað rættiliga einfalt.
Tað gevur betri meining at brúka 100 mió. um árið komandi 9 árini (100 mió. kr. eru játtaðar í 2025) uppá fast samband um Suðuroyarfjørð, heldur enn at brúka 1,5 mia. kr. innan 5 ár uppá framhaldandi siglandi farleið um Suðuroyarfjørð og Skúvoyarfjørð, við øllum teimum avmarkingum, sum har eru.
Dennis Holm, løgtingslimur fyri Tjóðveldi


Facebook viðmerkingar