Kringvarp Føroya hevur seinastu vikurnar havt drúgva viðgerð av Suðuroyartunlinum. So at siga allir vinklar hava verið negativir.
Í Degi og viku tórskvøldið og í Breddanum fríggjamorgun var umrøða av hvussu oyðileggjandi ætlaða vegaføringin fór at verða um Sandafløttin. Man fekk næstan kenslu av, at alt fór at verða lagt undir asfalt og beton, ja, minst ein 4-sporaðan motorveg, tá greitt varð frá í innslagnum, hvussu vegurin fór at koma ígjøgnum økið.
Spurningurin er, so hvussu eftirfarandi tað er?
Niðanfyri er mynd av uppskotinum til vegaføring um Sandafløttin.

Og myndin niðanfyri er frá Degi og Viku tórskvøldið.

Frá lyktapelanum út í vegjaðaran eru tað umleið 12 metrar, sum uppmátingin á kortal.fo niðanfyri vísir.

Í juni í 2024 gav Landsverk út temablað um “Ábæra ferðslu”, sum eisini hevur vegleiðingar um hvussu vegir kunnu gerast, har hædd verður tikið fyri at fólk eru til gongu ella á súklu.
Mælt verður til, at vegurin íroknað súklu / gongubreyt er 12,5 m. breiður.

Og í temablaðnum verður víst á, at hetta er sama loysn, sum er brúkt, á vegastrekkinum frá ringvegnum í Havn til Norðasta Horn.

Verður hendan loysnin brúkt tvørtur um Sandafløttin, so er ikki talan um at alt verður lagt undir asfalt og beton, men at verandi vegur verður breiðkaður nakrar metrar.
So tá tað í Kringvarpi Føroya verður sagt, at allur Sandafløttur, besta veltingarjørð í landinum, verður oyðiløgd av vegaføringini til Suðuroyartunlinum. So er tað nokk ikki heilt rætt.


Facebook viðmerkingar