Uppskot til løgtingslóg um Suðuroyartunnil við tilhoyrandi tunnils- og vegakervum er nú sent í almenna hoyring, áðrenn tað verður lagt fyri tingið seinni í ár. Uppskotið við fylgiskjølum kann lesast her.
Politisk semja er um at halda fram við verkætlanini Suðuroyartunnil við tilhoyrandi tunnils- og vegakervum. Ein politiskur fylgibólkur við umboðum úr øllum flokkum á Løgtingi hevur fylgt allari tilgongdini síðan lógaruppskotið um at fyrireika Suðuroyartunnil byrjaði.
Lógaruppskotið snýr seg um at fyrireika, prosjektera og bjóða út ein Suðuroyartunnil við tilhoyrandi tunnils- og vegakervum.
Talan er um eina verkætlan í tveimum pørtum og skal harvið samtykkjast í Løgtinginum tvær ferðir.
Fyrri parturin snýr seg um at fyrireika, prosjektera, bjóða út og harvið koma fram til ein endaligan kostnað. Tað er hetta lógaruppskotið, ið nú verður sent til hoyringar.
Tá fyrri partur er liðugur, skal Løgtingið aftur taka støðu til nýggju upplýsingarnar, og nýtt uppskot um at fremja verkætlanina og byggja undirsjóvartunnil verður lagt fram fyri Løgtingið.


Facebook viðmerkingar