Miðflokkurin – landsfundurin 2026

BySuðuroyarportalurin

23. apríl 2026

Árligi landsfundurin hjá Miðflokkinum verður leygardagin tann 9. mai í Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík, sum nú kallast Rótin.

Hetta er fyrsti landsfundur, har Steffan Klein Poulsen er formaður.

Landsfundurin verður hildin sambært viðtøkunum. Tveir nevndarlimir standa fyri vali í floksstjórnini (nevndini) og tað er longu staðfest, at hesir ikki taka við afturvali. Somuleiðis skulu tveir tiltakslimir veljast í floksstjórnina. Eisini verður onkur viðtøkubroyting viðgjørd umframt nýggju stevnuskránna.

Harafturat eru øll vælkomin til almennu móttøkuna frá kl. 14.00 í samband við formansskiftið.

Skráin fyri landsfundin:

9:00          Morgunmatur

9:45                        Andakt

10:00               Aðalfundur og formansfrágreiðing

11:00                      Politiskt orðaskifti

12:00                      Steðgur og døgurði

14:00                      Almenn móttøka í samband við formansskiftið

16:00                          Liðugt

Facebook viðmerkingar