Jenis spyr um orkumál

BySuðuroyarportalurin

31. mai 2026

Spyrjari: Jenis av Rana, løgtingsmaður

Svarari: Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í orkumálum

Evni: Orkuskifti

Spurningar:

  1. Hvørjar ítøkilig átøk, ið tryggja, at húski við lágum inntøkum kunnu vera við í orkuskiftinum, hevur samgongan tilreiðar at seta í verk?
  2. Nær kunnu hesi húski vænta, at lovaða trygdin og lovaðu átøkini verða framd í verki?

Viðmerkingar:
Í «samgonguskjali samgongunnar» undir orka og umhvørvi lesa vit, at samgonguflokkanir: vilja tryggja, at húski við lágum inntøkum kunnu vera við í orkuskiftinum.

Her er talan um glæsiligar ætlanir og lyfti, ið mong munnu fegnast um og síggja fram til, serliga í teimum krevjandi tíðum, við methøgum orkuprísunum, vit eru komin í.

Fyri at kveikja undir vónina og vekja enn størri áhuga fyri orkuskiftum verður hesin fyrispurningur settur.

Á Løgtingi, 31.05.2026
Jenis av Rana

Facebook viðmerkingar