Heimleysur Suðriartunnil

BySuðuroyarportalurin

13. november 2025

Lag: Kvæðið um Hargarbrøður

Nú landið gjøgnumgatað er av tunnlum víðahvar,
ja, undir havsins botni við tú turrur farið fær,
hjá suðringum tó verri er, teir sjabba sama veg:
Um Nípuna og Dalsfles noyðast teir at streva seg.

Tað skuldi setast skjøtil á, men eingin visti hvar,
tí sandingar teir noktaðu, at hol skal gerast har,
tí vertin á hvat annar fær, tí okur fingu hol,
við Smyrli munnu suðringar nú brynja seg við tol’.

Hjá Gerhardi fór “suðurleiðin” skjótt í gloymibók,
sum jarnbrot fyri “holinum” hann Suðuroynna tók,
men nú vil eingin kennast við ta góðu “suðurleið”,
tá kærleikin hann kólnaði, hjá suðringum tað sveið.

Í Suðri sama skilið er, har hann skal koma upp,
hvør jarðarteigur verjast skal, og alt skal undir lupp,
so mangar eru loysnirnar, hvar upp hann koma skal,
men flestu siga: “Ikki her”, kann koma upp á tal.

So Suðuroyartunnilin, hvat verður nú av tær,
tá stongt í báðum endum er, jú eingin borað fær,
ein loysn er tann, at gera hol í sjógvin uttan orð,
og bora so frá miðjuni og út í bæði borð.

Hvar hann so kemur upp við vissu eingin vita kann,
Men tá at leggja fótonglar, tað tórført gerast man.
Um hetta besta loysnin er, er sera ivasamt,
Men kanska klandursbjølgarnar man soleiðis fær tamt.

NePtuN (2025)

Facebook viðmerkingar