SUÐUROY 2036: Okur eru í 2036 og tað er hálvt ár síðani at Suðuroyartunnilin lat upp fyri ferðslu. Suðuroyarportalurin fer komandi vikurnar at varpa ljós á hvørja ávirkan tað hevur havt á fólk, fyritøkur, stovnar, ítróttarlívið, os.fr., at tað nú er koyrandi til og úr Suðuroynni.
Gerandisdagurin ikki til at kenna aftur
Seinastu 8 árini hevur Hanus, sum saman við familjuni er búsitandi í Vági, arbeitt í Havn og fýra dagar um vikuna ferðast aftur og fram við Smyrli til arbeiðis.
Eg havi í 8 ár havt ein langan arbeiðsdag fýra dagar um vikuna, frá mánadegi til tórsdag, og eri farin úr Vági við Bygdaleiðum kl. 5.20 tríggjar dagar og kl. 6.20 tann eina dagin, og havi so verið aftur í Vági um beint eftir nátturðatíð mánadag og ónsdag, um fýra tíðina týsdagar og um fimm tíðina tórsdagar. Og so havi eg havt eina avtalu við arbeiðsplássið um at arbeiða heimanífrá fríggjadagar, greiður Hanus frá.
Okur hava tvey børn. Jens er 13 ár og Ida er 8 ár. Og eg má bara ásanna, og tað gevur mær ein knút í búkin at siga tað, at eg havi mist ein stóran part av teirra barndómi, tí eg havi verið stóran part av degnum burturi í arbeiðsørindum.
Flestu dagar havi eg ikki etið nakra máltíð saman við konuni og børnunum. Eg havi ikki verið har, tá tey vakna og skulu upp í skúla ella tá tey skuldu í barnagarð. Eg havi ikki kunnað luttikið í teimum frítíðar-aktivitetum, sum tey hava gingið til seinnapartar. Kvøldarnar hava okur havt saman, so eg havi kunna gjørt skúlating saman við teimum og lisið søgur og lagt tey at sova, tær løturnar havi eg átt saman við teimum og tað hevur verið deiligt, sigur Hanus.
Seinastu mánaðirnar hava tó verið heilt annarleiðis, og gerandisdagurin er í veruleikanum ikki at kenna aftur. Nú havi eg vakt børnini og gjørt klárt til morgunmat áðrenn eg farið frá húsum og koyri til arbeiðis í Havn. Og eg eri heima somikið tíðliga seinnapartar, at eg eisini havi havt møguleika at luttikið í frítíðar-aktivitetunum hjá børnunum, og havi m.a. verið partur av venjaratoyminum hjá Jens og teimum í U13.
Tað er lætt at rokna út, at tá eg eri farin frá at brúka í miðal 6 tímar at ferðast hvønn dag fýra dagar um vikuna, summar dagar meiri, tá Smyril er farin vestanfyri ella tá Smyril hevur verið seinkaður av Havnini orsaka av nógvum farmi, til at ferðast 2½ tíma um dagin fimm dagar um vikuna, so hava eg og familjan ein heilt annan gerandisdag. Tað at eg eri farin frá at brúka 24 tímar í ferðing um vikuna til at brúka 13 tímar um vikuna, ger eisini at eg og familjan hava fingið nógv fleiri tímar saman hvørja viku, og tað eri eg sera takksamur fyri, sigur Hanus at enda.
Fríggjadagin fortelja Anna og Ingi hvussu vælsignað tað er, at tey nú kunnu síggja ommu- og abbabørnini oftari.


Facebook viðmerkingar