Stuðulsrógving fyri FSR

Tórsdagin fer Froðbiar sóknar róðrarfelag fer undir eitt stuðulstiltak har allir bátarnir verða flotaðir eftir kl. 15 og verða so verðandi sjónligir á fjørðinum komandi tveir tímarnir. Dagurin verður samstundis ein hugnadagur fyri rógvarar og tey, ið hava huga at koma framvið á Bedingini til eitt kappróðrarprát og heilsa upp á rógvararnar. 

Sum kunnugt hava fleiri bátar í felagnum gjørt var við seg í teimum 5 stevnunum, ið eru farnar afturum. Bæði gull, silvur og bronsur eru vunnar í hópatalið og eru nógvir góðir trendir hjá hinum bátunum við. So framtíðin er bjørt við tilgongdini, ið felagið hevur havt seinastu árini.

FSR hevur valt at til bera at stuðla við einari fastari upphædd heldur enn fyri hvønn kilometur í bátarnar rógva. Hettar fyri at tað skal verða greiðari fyri FSR og stuðlarnar.

Til ber at fara inn á: billett.fo ella stuðla á konto: ‪6460-4346078‬ – viðmerkjast skal navn.

Avgjørt er eisini at luta burtur fýra vinningar:
1. Miami AirJet – LAZ Y SPA frá Gosbad.fo – 4.999,- 

2.  Gávukort frá Esla – 500,-

3. Gávukort frá Bónus – 500,-

4. Gávukort frá FK – 500,-

Facebook viðmerkingar