Julia debut við AGF í dag í bestu donsku kvinnudeildini

Í dag er fyrsta umfar í bestu donsku kvinnudeildini í fótbólti – Gjensidige Kvindeliga. Og í hesum fyrsta umfarinum skal Julia Naomi Mortensen av Tvøroyri eisini á vøllin fyri AGF.

20 ára gamla Julia hevur seinastu árini spælt við HB har hon eisini í ár hevur spælt 13 dystir og gjørt 10 mál. Julia er eisini ein av føstu leikarunum á føroyska A-landsliðnum hjá kvinnum. Í summar er Julia flutt til Danmarkar og skal í dag spæla fyrsta dystin við besta kvinnuliðnum hjá AGF.

Kl. 12.30 (danska tíð) – kl. 11.30 føroyska tíð – tekur AGF ímóti Fortuna Hjørring, sum er eitt av sterkaru liðunum í Gjensidige Kvindeliga. Fortuna Hjørring hevur verið Danskur meistari 4 ferðir seinastu 8 árini, seinast í 2020.

Dysturin millum AGF og Fortuna Hjørring verður eisini vístur í sjónvarpinum á TV3 Sport og VIaplay.

Hópurin hjá AGF til dystin í dag er hesin:

1 Katrine Svane
2 Tina Fremo
3 Ásla Johannesen
4 Sofie Vendelbo
6 Michelle Jakobsen
7 Cecilie Johansen
8 Sofie Bloch
12 Clara Krabbe
10 Julia Mortensen
11 Maria Herdel
12 Clara Krabbe
13 Caroline Jensen
16 Helena Pedersen
18. Maria Denius
19. Sofie Obel
27 Thea Rhode
28 Sofie Grøn
24 Klara Hornsleth
21 Julie Poulsen

Facebook viðmerkingar