Julia skoraði fyri AGF í stórsigri í steypakappingini

Kvinnurnar hjá AGF leiktu í kvøld ímóti SIF (Silkeborg IF) í steypakappingini.

Við á liðinum hjá AGF vóru bæði Julia Naomi Mortensen og Ásla Johannesen. Og tær báðar settu eisini hol á málveitsluna í Silkeborg í kvøld.

Í 19. minutti legði Julia AGF á odda 1-0 og tað var Ásla sum stóð fyri upplegginum. Eftir hetta gekk tað bara ein veg og tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð vísti máltalvan 10-0 til AGF ímóti SIF.

Facebook viðmerkingar