Heystskeiðið á Ítróttaháskúlanum byrjað

Í dag leitaðu 48 ungdómar til Vágs og høvdu fyrsta skúladag á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy. Og sum vant, so verður sett gongd á beinanvegin og eftir vælkomst á næmingaheiminum hjá Ítróttaháskúlanum varð fyrsti dagurin skotin í gongd.

48 nýggj spent og smílandi andlit sóust fyri fyrstu ferð á ferð kring um í Vági og komandi 15 vikurnar fara tey at gerast hópin av upplivingum ríkari og fáa minnir fyri lívið á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy.

Facebook viðmerkingar