Heri Simonsen, skrivaði
Mortan Jósvein Martinsson, ið er sonur Ingibjørg hjá Mortan Politi hevur ikki vitjað í Vági síðani 1988. Í dag fekk kommunalpolitikkarin, ið eisini starvast innan heimahjálpartænastuna í Greve endiliga høvið at vitja heimbygdina hjá mammuni.
Fyrst á skránni var vitjan hjá sera blíða Sævari, har Mortan slapp at hitta søgufróar vágbingar og Eli Poulsen úr Sumba, ið fortaldu honum ymiskt um ættina og søgur teir mintust um gamla Mortan.
Eftir tað fekk Mortan høvið at fáa mynd tikna uttanfyri barndómsheimið. Mortan vitjaði eisini grøvina hjá ommuni, Josefinu og abbanum, Mortani í gamla kirkjugarði. Hann eitur eftir báðum.
Høvið bleiv eisini at vitja í Víkarbyrgi, ið kom í skránna aftaná frásagnirnar hjá Eli Poulsen, skyldmanni Mortans. Mortan er glaður og takksamur fyri tað beinasemi og tann blíðskap honum var sýndur í Vági.
Kommunuval verður í Danmark í november, og tá fer Mortan at stremba eftir at vera afturvaldur fyri DF, ið mannar meirilutan í Greve kommunu saman við Vinstraflokkinum. Mortan er formaður fyri umhvørvis og teknisku nevnd. 21 fólk manna býráðið í Greve.
Facebook viðmerkingar