21 næmingar í 1. flokk í Tvøroyrar skúla

Summarfrítíðin er av, og í dag er fyrsti skúladagur í skúlaárinum 2021-2022. Fyri eldru næmingarnar í fólkaskúlanum merkir tað, at kendi gerandisdagurin við skúlatingum og floksfeløgum byrjar aftur, men fyri 765 børn í Føroyum merkir tað, at ein heilt nýggjur gerandisdagur byrjar.

Í Tvøroyrar skúli byrjaðu 21 næmingar í 1. flokki í dag – 13 dreingir og 8 gentur.

Í Tvøroyrar skúla er innskúlingin – 1. til 3. flokkur – í Trongisvágs skúla, meðan 4. til 10. flokkur heldur til úti í skúlanum á Tvøroyri.

Facebook viðmerkingar