Eyðun Klakstein og Fróði Benjaminsen hava úttikið 18 spælarar, sum í døgunum 8. til 13. september skulu spæla tveir venjingardystir á útivølli móti Gibraltar.
Sum partur av fyrireikingini til EM-undankappingina hjá U17-landsliðnum við dreingjum, sum verður í Eysturríki í oktober, fer liðið í komandi mánað til Gibraltar at spæla tveir venjingardystir.
Eyðun Klakstein og Fróði Benjaminsen standa á odda fyri U17-dreingjunum, og nú er greitt, hvørjir teir 18 eru, ið venjararnir hava boðsent til dystirnar ímóti Gibraltar.
Hópurin
Nóa Eyðsteinsson, 07 Vestur
Bartal Páll Klein, B36
Carl Mikkelsen, B36
Emil Hansen, B36
Marius Á. Allansson, B36
Hanus Højgaard, B68
Svend Danielsen, B68
Suni Herman Petersen, B71
Hans Pauli á Bø, EB/Streymur
Thomas Bjørn Miezan, HB
Dávur Jógvansson Heinesen, KÍ
Sølvi Johannesen, KÍ
Jón Petur Thomsen, NSÍ
Teitur Knudsen, NSÍ
Ervin Rasmussen, Skála
Olivur Renéson Thomsen, TB/FCS
Bjørn Bakk Bjarkhamar, Víkingur
Ólavur Jákupsson Poulsen, Víkingur
Í EM-undankappingini, sum verður í døgunum 4. til 13. oktober, spæla Føroyar ímóti Eysturríki, Slovenia og Kosovo.
Facebook viðmerkingar