Týskvøldið 14. september kl 19.00 – 21.30 verður eitt sokallað introskeið í bridge í gistingarhúsinum í Øravík fyri øll tey, sum vilja vita eitt sindur um bridge og kanska hava hug at læra seg at spæla. Um tit kenna onkran har suðuri, sum dámar at spæla kort, mugu tit siga teimum frá og kanska eisini møta upp saman við teimum. Marner Joensen og Arnbjørn Sivertsen verða gestir hetta kvøldið og leggja lag á.
Skráin hetta kvøldið er:
– Stutt prát um spælið
– Mannagongdin – spælarar úr bridgefelagnum spæla eitt spæl, meðan ein av lærarunum greiðir frá.
– Vit spæla nøkur spøl og læra at taka stikk uttan trumf
KAFFI
– Lærarin greiðir frá um trumf
– Vit spæla nøkur spøl við trumfi
– Minibridge – telja honnørstig (um tíð verður til tað)
Næmingarnir fáa lesihefti (á føroyskum) um bridge við til hús. Hvussu bridgeskúlin síðan verður skipaður, frætta vit meira um seinni.
Facebook viðmerkingar