Hans Jacob og Egill vunnu 30. umfar í sjavs

Tórskvøldið 7. oktober varð 30. umfar í sjavskappingini hjá Suðuroyar Sjavsfelag spælt í VB-húsinum. Hetta umfarið vunnu Hans Jacob Bech og Egill Steintórsson, sum nú hava lagt seg á odda í sjavskappingini.

Úrslitið av 30. umfari var hetta:

Nr. 1. Hans Jacob Bech og Egill Steintórsson, 4 stig hvør
Nr. 2. Jens Mørk og Sverri Nilssen, 3 stig hvør
Nr. 3. John Bech og Eyðálv Bech, 2 stig hvør
Nr. 4. Jákup Joensen og Gudmund Poulsen, 1 stig hvør.

Næsta kapping verður í kvøld, tórskvøldið 14. okt. og spælt verður kl. 18.30 í VB-húsinum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Støðuna í sjavskappingini finnur tú her.

Facebook viðmerkingar