Familjuguðstænasta við sangi, søgu og ítrivi í Vágs kirkju

Nú nýtt kirkjuár byrjar sunnudagin 28. novembur, sum samstundis er 1. sunnudagur í advent skipar Vágs kirkja fyri familjuguðstænastu.

Tað er sunnudagsskúli í Meinigheitshúsinum, sum saman við lærarum í Vágs skúla og degninum, ið koma at skipa fyri og á skránni er nógvur sangur, søga og eftir guðstænastuna er ítriv. 

Umframt barnavinarligar sangir og søgu, so er leisturin skipaður sum vanlig guðstænasta við 2-3 sálmum og tekstinum, ið hoyrir til dagin. 

Familjuguðstænasta byrjar kl. 11.00 og tá ið hon er liðug umleið kl. 11.45 er møguleiki hjá teimum vitjandi at sita eina løtu og gera ítriv saman, soleiðis at øll familjan er saman, virkin og hugsavna til sang, søgu og ítriv.

Facebook viðmerkingar