Næmingar í Vágs Skúla syngja jólasangir kring býin

Tilvildarlig mynd

Seinastu vikurnar hava yngstu næmingarnir í Vágs Skúla øvað jólasangir, og í dag (týsdagin 30. nov.) er ætlanin at fara eina rundferð í Vági at syngja.

Byrjað verður um 11 – tíðina vesturi á Hamragarði.

Síðani verður sungið á Gørðunum, og endað verður uttan fyri Miðlatún um 12 tíðina.

Æll eru vælkomin at lurta eftir fittastu syngjandi børnunum í innskúlingini!

Facebook viðmerkingar