Ango fiskað sildakvotuna

Ango er á veg inn av sildafeltinum norðanfyri við kós ímóti Fuglafirði. Ango hevur 900 tons av sild, sum skal landast til Pelagos í Fuglafirði.

Ango hevur nú fiskað sildakvotuna, sum var uppá 4.162 tons. Umframt sild, so hevur Ango eisini 3.007 tons av makrelkvotu og 9. 480 tons av svartkjaftakvotu.

Facebook viðmerkingar